top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Føroyar steingja havnir fyri russarum um ES ger tað

Um ES steingir havnir fyri russarum, so gera Føroyar tað eisini.

Sum útgangsstøði so gera vit sum ES í hesum máli. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá vit spyrja hann, um Føroyar fara at gera sum Bretland og steingja allar havnir fyri russiskum skipum.

(Mynd 📸 in .fo / Russisk skip í Føroyum)

- Vit fylgja vesturlendsku átøkunum, og tað merkir í útgangspunktinum, at vit gera sum ES. Vit hava verið í samskifti við donsku stjórnina um hesi viðurskifti, sigur løgmaður.

Í gjár boðaði bretski flutningsmálaráðharrin øllum havnum í Bretlandi frá, at havnirnar skulu steingjast fyri russiskum skipum.


Sum skilst so fara Ísland og Noreg eisini at fylgja ES í hesum máli, so tað er hugsandi, at russisk skip verða útihýst úr at kalla øllum havnum í Evropa.


Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin hevði hetta málið uppi á fundi millum uttanríksiráðharrarnar í ES í gjár, har hann mælti ES til at gera sum Bretland. Danska reiðaríið Mærsk hevur í morgun boðað frá, at felagið gevst við at flyta vørur til og úr Russlandi fyribils.


Tað eru nógv russisk skip í føroyskum havnum um árið. Talan er um fleiri hundrað. Nógv virksemi er eisini við avleiddum virksemi. Tey brúka frystigoymslur í Føroyum, og tey proviantera, bunkra og brúka nógvar tænastur frá smiðjum, skipasmiðju og øðrum. So talan er uttan iva um hundraðtals milliónir krónur.


Í løtuni er einki russiskt skip í føroyskum sjógvi, tí tey fiska vestanfyri. Men í apríl byrjar svartkjaftafiskiskapurin, og tá plaga nógv russisk skip at vera í føroyskum sjógvi.


- Ja vit vita, at tað kostar at verja fólkaræðið. Og tá vit ikki kunnu svara við vápnum, so mugu vit svara við hørðum tiltøkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: in .fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page