TÍÐINDI | Fridtjof Nansen tók í botn í illveðri
Updated: Jan 14, 2022
- Eg kann vátta, at hol er komið á skipið, sigur Sølve Oldeide í Nordfjord Havn.
Skipið Fridtjof Nansen hjá norsku Hurtigruten tók í botn út fyri Måløy síðstu nátt við 398 fólkum umborð.
(Mynd 📸 Sunnmørsposten)
233 av teimum, sum vóru umborð, vóru ferðafólk, og manningin taldi 165.
Fridtjof Nansen tók í botn klokkan 03.17 síðstu nátt. Tað var illveður á leiðini, tá hendingin fór fram
.
Ein bjargingarbátur kom til hjálpar, og skipið slapp leyst aftur og fekk lagt til bryggju.
- Eg kann vátta, at hol er komið á skipið, sigur Sølve Oldeide í Nordfjord Havn.
Nú skulu kavarar niður at kanna skaðarnar, sum skipið hevur fingið.
Fridtjof Nansen, sum var á veg til Flåm í Sogn, tá tað tók í botn, liggur nú við bryggju í Trollebø Havn í Måløy.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: in .fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
:/