top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Hann lá helvtina av tíðini

Eitt er at Hasfjord var ein dýr søga fyri Strandferðsluna - men hann lá eisini helvtina av tíðini.

(Mynd 📸 Dimma)

Tað hevur áður verið frammi at Hasfjord var ein dýr søga fyri Strandferðsluna. Men eitt er at hann var dýrur í krónum og oyrum, men ein uppgerð hjá Strandferðsluni vísir, at tey fingu ikki nakra serliga nyttu burtur úr honum, tí hann lá helvtina av tíðini av tekniskum brekum og umvælingum at ymsum slagi.


Hasfjord varð keyptur við ársenda í 2019 fyri 3,5 milliónir við tí endamáli at sigla við farmi ímillum Gomlurætt og Skopun tí Teistin var ov lítil til flutningin sum var. Fyrst í 2020 vórðu 5,2 milliónir brúktar upp á at gera hann siglingarkláran.


Sostatt kostaði hann 8,7 milliónir, tá ið hann varð settur í sigling. Hann sigldi til í summar, tá ið hann varð seldur til upphøggingar. Sostatt sigldi hann í trý ár og táið hann varð seldur, hevði Strandferðslan brúkt 21,2 milliónir upp á hann í rakstrarútreiðslum-

Sostatt kostaði alt ævintýrið við Hasfjord Strandferðsluni 29,9 milliónir krónur.


Men harafturat kemur so tað, at Strandferðslan fekk ikki so stóra nyttu burtur úr honum, sum ætlanin var, tí hann lá rættiliga nógv av tekniskum brekum og viðlíkahaldi av ymsum slagi.


Ein uppgerð hjá Strandferðsluni vísir, at tilsamans hevur Hasfjord ligið í 75 dagar í fjør og í ár.


Í fjør lá hann í 50 dagar. Men Hasfjord sigldi bara fýra dagar um vikuna og í fjør skuldi hann sostatt vera í sigling í 100 dagar tilsamans. Sostatt merkir hetta, at í fjør lá hann helvtina av tíðini.


Sama støðan hevur fyrra hálvár í ár, áðrenn hann varð seldur, tí í ár lá hann 25 dagar.

Strandferðslan sigur, at í hesum yvirlitinum eru avlýsingar fyri veður ikki taldar við.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Dimma, Áki Bertholdsen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page