top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MYNDIR - Føroya Skipara -& Navigatørfelag | Gravgangur eftir brúgvakaffi


Fólk frá Sjóvinnustýrinum vóru við til brúgvakaffi hesa ferð og greiddu millum annað frá arbeiðnum at linka reglurnar fyri endurnýggjan av sjóvinnubrøvum.




Tað stóð á at finna parkeringspláss uttanfyri, og kaffikannurnar máttu fyllast fleiri ferðir, tá brúgvakaffi fríggjadagin aftur var á skránni í felagshúsinum hjá Føroya Skipara- Navigatørfelag. So góð var undirtøkan.


Hesa ferð hevði felagið boðið Sjóvinnustýrinum á gátt at siga frá ymiskum í sambandi við sjóvinnubrøv.


Tey trý starvsfólkini, Jákup K. Poulsen, maritimur ráðgevi, Anly Sandberg Joensen, løgfrøðiligur ráðgevi, og Ebba Marianna Joensen, fulltrúi, greiddu frá og svaraðu spurningum.



Størstu tíðindini vóru, at tað skjótt fer at verða munandi lættari at endurnýggja sjóvinnubrøvini, og tað fer at verða meira greitt, hvat verður roknað sum nøktandi siglingartíð.


Broytingarnar eru longu hendar í Danmark, og av tí, at tann føroyska sjóvinnulóggávan er at kalla meinlík tí donsku, er tað rættiliga ómakaleyst at gera somu linkingar, tá tað ræður um at endurnýggja teyt føroysku sjóvinnubrøvini.


Ein stórur trupulleiki við stirvnu reglunum, sum áður vóru galdandi í Danmark og enn eru galdandi í Føroyum, er, at tær forða fyri flytiføri – mobiliteti – í vinnuni.


Lættari at endurnýggja


Óttin fyri at missa vinnubrøvini heldur til dømis yvirmonnum á stórum skipum í langfarasigling frá at fara umborð á minni farmaskip ella ferjur í heimasjógvi í eina tíð fyri eitt nú at verða meira saman við familjuni, meðan børnini eru smá.


Treytirnar skulu tí linkast soleiðis, at tað skal bera til at endurnýggja sjóvinnubrøv, sjálvt um siglt verður við smærri skipum, enn tað hevur verið kravt higartil.


Dúgliga varð prátað og spurt, eftir at fakfólkini frá Sjóvinnustýrinum høvdu greitt frá. Í Føroyum er tað meira vanligt enn í londunum rundan um okkum, at navigatørar skifta millum fiskiskip og farmaskip, og hópin av spurningum og viðmerkingum vóru um trupulleikar í tí sambandinum. Eisini bleiv víst á andsøgnir í loðslóggávuni, har ein loðsur til dømis saktans kann loðsa risastór skip á einari siglingarleið, men ikki sleppur at føra eitt fiskiskip á somu siglingarleið.


Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, var fegin um enn eitt stak hugnalig og væl eydnað brúgvakaffi-tiltak.




Jákup K. Poulsen, maritimur ráðgevi í Sjóvinnustýrinum
Jákup K. Poulsen, maritimur ráðgevi í Sjóvinnustýrinum
Ebba Marianna Joensen, fulltrúi, og Anly Sandberg Joensen, løgfrøðingur, greiddu frá arbeiðnum í Sjóvinnustýrinum at gera tað lættari at endurnýggja sjóvinnubrøvini
Ebba Marianna Joensen, fulltrúi, og Anly Sandberg Joensen, løgfrøðingur, greiddu frá arbeiðnum í Sjóvinnustýrinum at gera tað lættari at endurnýggja sjóvinnubrøvini
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, stýrdi lívliga orðaskiftinum eftir, at fakfólkini frá Sjóvinnustýrinum høvdu greitt frá. Hann fegnaðist um enn eitt væl eydnað og væl vitjað brúgvakaffi-tiltak
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, stýrdi lívliga orðaskiftinum eftir, at fakfólkini frá Sjóvinnustýrinum høvdu greitt frá. Hann fegnaðist um enn eitt væl eydnað og væl vitjað brúgvakaffi-tiltak

(Myndir 📸 fsn.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: fsn.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page