top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Travlastu havnir í Føroyum 2025

10 minutes ago
1 min read

Tórshavn tók ímóti 2.972 skipum í 2025. Tað eru fleiri enn nakað ár síðan 2007. Tilsamans komu 7.334 skip í seks størstu havnirnar í Føroyum, 19 % fleiri enn árið fyri, og allar seks havnirnar vuksu.


Klaksvík er greitt nummar tvey við 1.850 skipum. Runavík og Fuglafjørður liggja tætt, við ávikavíst 1.082 og 974 skipum. Vágur og Tvøroyri fingu hvør um seg góð 200 skip.


Tórshavn vaks mest


Í 2024 komu 2.081 skip til Tórshavnar. Í 2025 vóru tey 2.972, ein vøkstur á 43 %. Høvuðsstaðurin stóð sostatt fyri umleið fýra av hvørjum tíggju skipum, ið komu í seks havnirnar.


Sæð yvir longri tíð er myndin ein onnur. Í 1990 komu 4.778 skip til Tórshavnar, men tey vóru minni. Samlaða nettotonsið hevur síðan fýrfaldast, úr 1,6 mió. upp í 6,4 mió. Nrt. Færri skip koma, men tey eru nógv størri.


Um tølini


Tølini koma frá havnunum og eru útgivin í talvu SS01030 hjá Hagstovu Føroya, seinast dagførd 12. juni 2026. Í Tórshavn og Klaksvík eru strandfaraskipini tald eina ferð um dagin, og Kollafjarðar havn er íroknað Tórshavn. Á Tvøroyri eru strandfaraskipini ikki tald, og í Klaksvík og Vági eru útróðrarbátar ikki taldir. Tølini eru tí ikki fullkomiliga samanberilig millum havnirnar.







(Mynd: BFI)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda:  Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page