top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Norðmenn lata smíða tvey nýggj kryvjiskip

Nyggju kryvjiskipini hjá Napier skulu økja fiskavælferðina, framleiðslugóðskuna og biotrygdina í laksaflutningi frá aling í øllum Miðnoregi til slakt. Nú er Bømlo-reiðaríið farið undir at leita eftir 50 nýggjum sjófólkum.

(Mynd 📸 Antares.com)


Til nýggja virkið hjá Mowi á Jøsnøya hevur Napier fingið sáttmála upp tvey nýggj kryvjiskip. Tey skulu blóðga og flyta laks, sum er klárur at slakta frá aliøkjum til slaktivirki í Miðnoregi.

- Vit hava samstarvað tætt og væl við Mowi síðan 2008, og síggja nýggja sáttmálan sum eina viðurkenning av okkara konsepti og hvussu Napier fremur blóðging heilt úti við alikantin, sigur Kjetil Tufteland, dagligur leiðari í Napier.

Tufteland er errin av nýggja sáttmálanum, og hann heldur fyrimunirnar við nýtslu av blóðgiskipi vera nógvar.

- Nýtsla av kryvji-/blóðgingarakipi er gott fyri fiskavælferðina, og tøknin umboðar eisini eitt betri alternativ mótu flutningssmittu, heldur hann.

Við at nýta kryvjiskip verður fiskurin avlívaður umgangandi, sum hann kemur umborð í skipið, og tað er nakað, sum minkar handteringina og samstundis minkar munandi um flutningsstrongd og deyðiligheitina til slaktaríið. Skipið er fullkomiliga afturlatið.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page