TÍÐINDI | Søguligt polarskip funnið við Antarktis - Sí video upptøku
Rannsóknarskipið hjá pólgranskaranum Sir Ernest Shackleton, Endurance er funnið á tríggjar kilometrar dýpi í Weddelhavinum í Suðuríshavinum - við Antarktis. Tað eru 107 ár síðan, at skipið sakk, skrúvað niður av ísi í 1915.
(Mynd 📸 eldri mynd av skipinum Endurance, tikin í Antarktis)
Sjónbandaupptøkur av vrakinum vísa, at fleiri partar av skipinum eru í heilt góðum standi, har tað liggur á trimum kilometra dýpi.
Tað er manningin á rannsóknarskipinum SA Agulhas ll, sum hevur leitað eftir Endurance í Íshavinum.
Sjónbandaupptøkur av vrakinum, sum ein fjarstýrdur kavbátur hevur tikið, ber til at síggja niðanfyri.
Eftir at Endurance sakk, eydnaðist tað Shackleton at bjarga manningini inn í eina smáttu. Síðani sigldi hann í einum lítlum báti eftir hjálp í South Georgia.
Sjónbandaupptøkur av Endurance á trimum kilometra dýpi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments