top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
1.png
2.png

Topphúgvan kom á høvdið

Tá hesir næmingarnir á Vinnuháskúlanum fóru undir høvuðsverkætlanina um leiðslu umborð á føroyskum fiskiskipum, var skjótt greitt, at teir høvdu valt eitt evni, sum bæði er fakligt, søguligt og sera nær gerandisdegnum hjá sjófólki.


Teir skuldu kanna, hvussu leiðslustílur umborð verður formaður av leiðslu, manning, siðvenju og arbeiðsmentan — og um nakað av hesum kanska er arvað frá eldri tíðum.

Og her hava teir ikki bara hugt at leiðslu sum eitt nútímans hugtak í einum skipaðum diagrammi.


Teir hava fylgt slóðini heilt frá gamla bátsbandinum, har menn vóru bundnir at arbeiði, boðum og skyldum, gjøgnum slupptíð, hýru, hierarki og siðvenju — og fram til dagsins framkomnu flakatrolarar, har tøknin er nýggj, men spurningurin um leiðslu, ábyrgd, samstarv og trivnað framvegis er líka livandi.


Á vegnum varð skemtandi sagt, at um teir megnaðu at arbeiða seg ígjøgnum søguligar slóðir, spurnarkanningar, leiðsluteori og egnar meiningar, so skuldu teir fáa eina akademiska topphúgvu.


Nú er hon komin á høvdið!


Og hon er ikki heilt vanlig:


Pinkfarvan er ein heilsan til Daniel Pink og motivatiónsteori.


Hvíti toppurin vísir til ísfjallið hjá Edgar Schein — tí tað, sum liggur undir vatnskorpuni, hevur ofta størri týdning enn tað, vit síggja.


Heimabundna merkið frá Lenu Askham, ið hevur bundið húgvurnar, minnir okkum á tað bundna, borna og arvaða — júst sum verkætlanin sjálv hevur arbeitt við.


Teir hava megnað at seta føroyska sjómentan í samband við leiðslu og teori, og teir hava víst, at leiðslustílur umborð ikki bara er nakað, sum stendur í bókum, men nakað, sum verður borið, brúkt, broytt og stundum arvað frá einum ættarliði til annað.


Seigur er gamal siður, siga vit. Men hesir hava víst, at gamal siður eisini kann kannast, skiljast og setast í nýtt ljós — frá bátsbandi til flakatrolara.


Hjartaliga til lukku við væl úr hondum greiddari verkætlan — og við uppibornari topphúgvu





(Mynd: VH.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Vinnuháskúlin

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page