top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Navigare Shipping bjóðar til móttøku og skipsdóp av Hav Fles

2 minutes ago
1 min read


Leygardagin 7. november klokkan 11 bjóðar Navigare Shipping almenninginum til móttøku í Søldafirði, tá nýggjasta skipið hjá reiðarínum, Hav Fles, kemur á Søldarfjørð í sambandi við yvirtøkuna.


Samstundis verður skipið eisini doypt við almennari hátíðarløtu.


Hav Fles er næsti nýbygningurin hjá Navigare Shipping og markar enn eitt týdningarmikið stig í menningini og endurnýggjanini av flotanum. Fyrr í ár tók reiðaríið ímóti Hav Leiti, sum var fyrsti nýbygningurin í 60 ára longu søgu felagsins. Nú verður Hav Fles sett í flotan, og komandi ár verða tvey skipsbygningar afturat yvirtiknir.


Við nýggju skipunum styrkir Navigare Shipping sína støðu í føroysku sjóvinnuni og tekur samstundis stig móti einum meira burðardyggum flutningi. Skipini eru størri og effektivari enn eldru skipini í flotanum, og tí verður oljunýtslan og útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri.



Nýggju íløgurnar geva eisini reiðarínum betri møguleikar at bjóða kundum framkomnar og umhvørvisvinarligar flutningsloysnir, samstundis sum arbeiðsumstøðurnar hjá manningunum verða betri.


Á skránni fyri hátíðarhaldið eru skipsdópur, røður og framførsla við hornorkestri. Gestir fáa eisini høvi at koma umborð at síggja nýggja skipið, og ábit verður at fáa.


Móttøkan og skipsdópurin verða í Søldafirði leygardagin 7. november klokkan 11, og øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut í degnum.



(Photos Navigare)

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni



Kelda: Navigare

Logo
Logo
Logo



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page