top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Stór bílegging økir um virksemið hjá MSC

Heimsins størsta reiðaravirki MSC heldur áfram at vaksa við einari bílegging á 20 handilsskip, sum vera latin reiðaravirkinum í 2025, skrivar Clarkson Research Services. Harvið fær Søren Toft, forstjóri í MSC, ein fyrimun framum Maersk, í kappingini um heimsins størsta bingjureiðaravirki.

(Mynd📸 Vesselfinder.com / heimsins størsta bingjuskip MSC Gülsün)


Sambært Clarkson frágreiðingini, hevur MSC bílagt fjúrtan 8.000 teu bingjuskip, sum kunnu sigla við LNG, frá kinesisku skipasmiðjuni New Times Shipbuilding. Harumframt eru seks skip á 7.900 teu, bíløgd frá suðurkoreanska Hyundai Heavy Industries.


Onki verður upplýst um kostnaðin á kinesisku skipunum, men tey suðurkoreansku fara at kosta 134,3 milliónir dollarar fyri hvørt skip - uml 930 mio. kr.

Tann ovurstóra milliard bíleggingin merkir, at MSC hálar seg enn longri fram enn Maersk við einari bíleggingarbók, sum er fýra ferðir størri enn hjá danska reiðaravirkinum.

Tað merkir eisini, at MSC er væl ávegis at blíva tað størsta reiðaravirkið í heiminum.

Sambært Alphaliner stýrir MSC í dag einum kapasiteti á 4.351.960 teu, og Maersk situr á ørðum plássi við 4.243.087 teu.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page