top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Stórt fall í oljuinntøkum hjá Russlandi

Oljuinntøkurnar hjá Russlandi fullu í september við 17 prosentum sum avleiðing av, at Evropa roynir at minka olju og gassið úr Russlandi mest møguligt.Evropa hevur framvegis tørv á at finna alternativ, og tað heldur dagsprísin uppi.

(Mynd: Antares)


Russiski oljuútflutningurin røkk við 15,3 milliardum pundum lægsta stigið síðan mars orsakað av krígnum móti Ukraina, vísa tøl frá Altjóða Orku Grunninum.

Síðan byrjanina av árinum er russiski oljuútflutningurin til Evropa fallin úr 50 prosentum niður í 35 prosent, men evropiski oljuinnflutningurin úr Russlandi skal sambært avtalu millum ES-londini vera komin niður á null 1. desember í ár - tá tað kemur til sjóvegis oljuflutning.

Umleggingin av evropiska oljuinnflutninginum hevur hjálp tangaskipaflotanum at standa sterkur hóast ætlaðu og veruligu minkingina.

Dagsprísurin fyri ein VLCC hækkaði mikudagin við 14 prosentum til slakar 25.000 US-dollarar, sambært Baltiic Excange.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page