TÓRSHAVNAR HAVN | Andrias Vang nýggjur havnameistari 👏🏻
Andrias Vang er settur í starv sum havnameistari í Tórshavnar havn. Hann avloysir Jónsvein Lamhauge og byrjar í starvinum tann 1. mars 2022.
(Mynd 📸 Tórshavnar Kommuna / Andrias Vang)
Andrias Vang er 51 ára gamal, fyrst útbúgvin snikkari og síðan skipsførari hjá A.P. Møller. Hann hevur starvast sum offiserur hjá Maersk í 7 ár. Hann starvaðist eisini í 10 ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðan sum leiðari. Í 2014 fór hann til Siemens Gamesa, har hann er deildarleiðari og arbeiðir við at seta havvindmyllur upp. Andrias Vang er ættaður úr Kaldbak.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Tórshavnar Kommuna
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
تعليقات