top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UMHVØRVISSTOVAN | Nýggj almenn reglugerð um útflýgging av føroyskum dýpdardátum

Í 2020 yvirtóku Føroyar sjókortøkið frá donskum myndugleikum. Umhvørvisstovan gjørdist í hesum sambandi sjókortmyndugleiki í Føroyum. Við hesi myndugleikauppgávu, varðar Umhvørvisstovan av dýpdardátunum í føroyskum sjóøki. Hesar dýpdardátur eru grundarlagið undir teimum føroysku sjókortunum, ið Umhvørvisstovan framleiðir, fyri at tað er trygt at sigla ímillum oyggjarnar og í sjóøkinum kring Føroyar.   


ree

Talan er um týdningarmikla vitan um havbotnsdýpið, sum kann vera til gagns fyri fleiri partar og hendan vitan kann nýtast til fleiri onnur endamál. Umhvørvisstovan hevur arbeitt við eini reglugerð og mannagongd fyri útflýgging av føroyskum dýpdardátum, sambært galdandi lóg, og nú er reglugerðin almenn.  


Reglugerðin er at finna á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, har til ber at lesa yvirskipað um útflýgging av dýpdardátum og hvussu berast skal at, tá ið søkjast skal um at fáa dýpdardátur í føroyskum sjóøki. 


Allir spurningar um evni eru vælkomnir at sendast við telduposti til sjokort(at)us.fo.  


ree

(Mynd 📸 us.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree



Kelda: Umhvørvisstovan

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page