top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

VIKMAR | Umhvørvisstovan aftur uppá spæl

Updated: Oct 16, 2023

Í maj mánaði í 2022 staðfesti Føroya Rættur at Vikmar hevði einki skeivt gjørt, og at Vikmar framhaldandi kundi gera fiskikort. Men nú hevur Umhvørvisstovan stevnt Vikmar, og danska verjan er enntá innkallað sum vitni.


Jan Hammer Egholm skrivar um stevningina á sínum Facebook vanga, at partur av málinum umfatar seg sjálvan og ikki Vikmar, tí at hann hevur leitað eftir Tjaldrinum, sum rak við Mjóanes og sakk í 1946.


Stjórin á Vikmar fær stóra uppbakning á sama tráði.

Fyrrverandi tingmaður Fólkafloksins, Jóhan Eli L Poulsen skrivar soleiðis:

"Heldur átti umhvørvisstovan at tikið upp samstarv við Vikmar og soleiðis fingið kortlagt Føroyar orduligt. Makan til fluguknepparí og trongar skógvar finna vit ikki í tí parti av heiminum ið vit vilja samanbera okkum við. Ein fallit erklering av umhvørvisstovuni, hvørki meir ella minni. Málið snýr seg í stuttum um at teir ikki tola at onkur ger tað ið teir áttu at gjørt."

Munur er á fiskikortum og sjókortum. Sjókort til at navigera eftir, og almenni myndugleikin hevur ábyrgd av at dagførða hesi til tess at navigatión er trygg á sjónum. Fiskikort eru kort, sum skip sjálvi gera og vanligt er at hesi verða deild við onnur. Føroya Rættur staðfestið á vári í 2022, at Vikmar framhaldandi kundi gera fiskikort.

Jan Hammer Egholm skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga:

Nú kom umfatandið stevning móti Vikmar frá Umhvørvisstovuni! Ein partur av hesum umfatar at eg Jan Hammer Egholm og ikki Vikmar, havið leita eftir Tjaldrinum sum sigldi á Mjóanes og sakk í 1946.

Kortið sum kom burtur úr hesum, helt eg sjálvandið vera ein fólkaogn og legði hana tí á fríðu heimasíðuna hjá Vikmar so øll kundi fáa gleiði av hesum.


Hetta svey so illa í afturpartinum á Sjókortdeildini, at teir vildu ognartaka hesu dáta og sletta hesi fyri almenninginum og settu fútabann móti Vikmar, men teir fyngu ikki veðhald, men hava nú so stevnt um sama.


Men samstundis sum eg havi siglt rund Høgnaboða, so liggur t.d. skip beint við síðuna av mær, baði við ekkólodd og dreyggji sum fer illa við botni, hvat við hernaðarligu loynidóminum hjá Umhvørvisstovuni her?


Verður nú allur fiskireiðskapur á botni bannaður, tí hesin kann gera nógv størri skaða, enn nakað ekkólodd!


Nú er so danska verja eisini innkalla av Umhvørvisstovuni sum vitni í sakini móti Vikmar, ja eg meini tað, nú er man av sonnum enn einaferð blivin ein landasvíkjari, um man kann kalla tað soleiðis?


Eg havi onkuntíð víst á russisk skip, sum sigla systemmatiskt kring oyggjarnar, men tað hevur hvørki Umhvørvisstovan ella danska verja nøkur nossir (orska oravalið) at gera nakað sum helst við.


Heldur átti umhvørvisstovan at tikið upp samstarv við Vikmar og soleiðis fingið kortlagt Føroyar orduligt. Makan til fluguknepparí og trongar skógvar finna vit ikki í tí parti av heiminum ið vit vilja samanbera okkum við. Ein fallit erklering av umhvørvisstovuni, hvørki meir ella minni. Málið snýr seg í stuttum um at teir ikki tola at onkur ger tað ið teir áttu at gjørt.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Jan Hammer Egholm á Facebook

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page