VINNUHÚSIÐ | Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days
- Eva Andrésen
- 19 hours ago
- 1 min read

(Mynd 📸 Forsvarsministeriet – fmi.dk)
Mikudagin og hósdagin í hesari vikuni skipar danska verjan fyri DALO Industry Days, har verjan og vinnan hittast í Ballerup í tveir dagar. Tiltakið er liður í ”open for business”-strategiini hjá verjuni, har fyritøkur kunnu hitta innkeyparar og onnur, sum starvast í verjuni.
Eisini føroyskar fyritøkur luttaka á DALO í ár, bæði sum framsýnarar og sum vitjandi.
Vinnuhúsið hevur samskipað føroysku luttøkuna, sum fer fram sum partur av básinum hjá Dansk Industri.
Verjan hevur ein breiðan tørv á innkeypi av vørum og tænastum, og tað sæst eisini á teimum luttakandi fyritøkunum, sum koma úr øllum vinnugreinum.
DALO er størsta messa av sínum slag í Norðurlondum, og í sambandi við DALO eru eisini onnur atknýtt tiltøk um tørvin á innkeypi til donsku og evropeisku verjuna komandi árini.
DALO verður hildin á hvørjum ári í august, og var fyrstu ferð á skránni í 2012. Síðani tá er messan vaksin nógv í vavi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Industry.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Navigare #NavigareShipping #Shipping #Sjóvinna #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #vinnuhúsið
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Navigare #NavigareShipping #Shipping #Sjóvinna #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #vinnuhúsið
Comentários