top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

VINNUHÚSIÐ | Týdningarmikil ráðstevna um marknaðaratgongd

ç

(Mynd 📸 Vinnuhúsið)


Undir heitinum ”Marknaðaratgongd og altjóða avtalur – hvørjum bíða vit eftir?” høvdu fyriskipararnir av vinnustevnuni Faroexpo bjóðað til ráðstevnu við týdningarmiklari dagsskrá og kjaki.


Føroyar samanborið við Noreg


Vinnuhúsið luttók á ráðstevnuni við framløgu, sum millum annað samanbar føroyska útflutningin við tann norska. Samanberingin vísti, at Noreg útflytir væl fleiri fiskavørur til Asia, enn Føroyar gera. 


Mest sannlíka frágreiðingin er, at norska marknaðaratgongdin til asiatisk lond er væl betri enn tann føroyska. Tí er áhugi millum føroyskar fiskaútflytarar at útflyta meira til Asia – eitt nú til Suðurkorea – men við tollinum missur føroyska vinnan tó kappingarførið.


Í framløguni varð greitt frá, at hóast framstig eru at hóma á nøkrum økjum, eru Føroyar ikki við samráðingarborðið um nýggjar fríhandilsavtalur, meðan kappingarneytar javnan gera nýggjar handilsavtalur og sita við samráðingarborðið fleiri staðni.


Føroyar standa uttanfyri


Í framløguni varð eisini víst á týdningin av, at Føroyar gerast limur í WTO, og tosað varð um møguleikan fyri, at Føroyar – hóast tað verður avbjóðandi í praksis – gerast partur av einum fríhandilsfelagsskapi, so vit kunnu sleppa burturúr naggatódnini á handilspolitiska økinum. 


So at siga øll lond í Evropa eru við í fríhandils- ella búskaparfelagsskapi. Undantøkini eru Føroyar og Stóra Bretland, sum nýliga er farið úr ES. Undir øllum umstøðum er neyðugt við einari umraðfesting á uttanríkispolitiska økinum, so størri orka og fokus verður lagt á handilspolitikkin.


Á ráðstevnuni greiddi Knud Magnussen, seniorgreinari hjá DNB, frá um stóru óvissuna, sum ger seg galdandi í altjóða búskapinum og samhandlinum í løtuni. Tórheðin Jensen frá Varðanum greiddi frá um altjóða handil við støði í pelagiska økinum, og Páll Gregersen frá PRG greiddi frá um ójøvnu kappingina við fyritøkur í ES.


Aftaná framløgurnar var áhugavert kjak, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Uttanríkis- og vinnumálum, Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, og Páll Gregersen, stjóri í PRG, luttóku.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Industry.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page