top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

BFI | Vit eita nú BLUE FAROE ISLANDS 😀

Updated: Jun 18, 2021

- BROYTTUR SAMLEIKI (Ólavur í Geil, mai 21’)


Vit broyta samleikan og stovna nú BLUE FAROE ISLANDS. Í vikuni bleiv okkara nýggja og stásiliga heimasíða lanserað á netinum og hevði hetta við sær samleika broyting á okkara sosialu miðlum, Facebook, LinkedIn, YouTube og Instagram. Nú er komið á mál við hesum arbeiði, og nú er alt miðsavna undir einum heiti og einum felags endamálið - BLUE FAROE ISLANDS.


Árliga tiltakið, Sjóvinnuforum, verður framhaldandi hildið, har aktørar kunnu savnast saman um vinnuna, útbúgvingar møguleikar og mál, ið hava við vinnuna at gera.

Endamálið við BLUE FAROE ISLANDS er at halda lív í rákinum eftir at tiltakið er lokið, gjøgnum alt árið, soleiðis at vinnan kann arbeiða við málum,

lýsa evnir og útbúgvingar og eisini

kjakast um alt sum hoyrir vinnuna til.


Vit bjóða tykkum ein felags pall, har tykkara meiningar, hugsanir og hugsjónir kunnu gera mun. BFI er til vinnuna, av vinnuni. Tykkara íkast til samstarvið er kærkomið.


Melda tykkum til okkara tíðindabræv á www.bluefaroeislands.com og fylg okkum á sosialum miðlum.


Vit gleða okkum at hoyra tykkara meining.


Vit síggjast 😊

Vinaliga,

BLUE FAROE ISLANDS


0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page