top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Vónin trolar eftir nýggjum sølufólki

Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til uppisjóvarvinnuna her heima so væl sum uttanlanda.


(Mynd 📸 Vónin)


Vit trola eftir nýggjum sølufólki


Vónin hevur tørv á einum nýggjum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til uppisjóvarvinnuna her heima so væl sum uttanlanda.


Í starvslýsingini stendur at lesa:


Førleikar

V ímynda okkum, at tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvið sum sølufólk, ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni.


Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Starvið er fjølbroytt har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar í Føroyum og uttanlanda. Tú kemur í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði og verður arbeiðsstaðurin á høvuðssætið okkara í Fuglafirði.


Starvstreytir

Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.


Umsókn

Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”



Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samstakinum starvast umleið 450 fólk.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Vónin

Mynd: Vónin


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page