top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Articon - Myndir | Tunlar til Havsbrún og Bergfrost

Arbeiðið gongur sum ætlað og verður skjótt liðugt.

(Mynd 📸 Articon)


Tunlar til Havsbrún og Bergfrost


Í Fuglafirði arbeiðir ArtiCon við at gera tveir nýggjar tunlar – ein til Havsbrún og ein til Bergfrost. 


Tunlarnir skulu nýtast sum goymslur hjá feløgunum. Spreingingin varð liðug í januar, og síðan hevur verið arbeitt við at gera tunlarnar klárar.


Tunnilin hjá Havsbrún er 985 metrar langur. Her eru seinastu tíðina stoyptir umleið 2.000 fermetrar av undirlagi um dagin, og nú er eisini farið undir at gera brunnar og frárensl. Arbeiðið gongur sum ætlað og verður skjótt liðugt.


Tunnilin hjá Bergfrost er 899 metrar langur. Hann er ein útbygging av verandi goymslu hjá felagnum, og her skal eisini gerast ein maskinhøll til tekniska útgerð. Jørðarbeiðið er um at vera liðugt, og síðan verður farið undir at stoypa undirlagið. 


Ætlandi verður tunnilin liðugur í juli.













Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Articon

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page