top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BÚSKAPARRÁÐIÐ | Ráðstevna um tilfeingisgjald

Landsbankin setir tilfeingisrentu og -gjald á skrá við luttøku av fleiri útlendskum serfrøðingum. Ráðstevnan verður í Løkshøll 17. mars

(Mynd 📸 Fiskur.fo)


Fríggjadagin 17. mars frá klokkan, skipar Búskaparráðið fyri ráðstevnu um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í føroysku fiski- og alivinnuni. Ráðstevnan verður í Løkshøll í Runavík. Fyrrapart verður alivinnann lýst og seinnapart fiskivinnan.

Í nógv ár hevur kjak verið um tilfeingisrentu og uppkrevjingina av hesi til felagskassan. Ætlanin við hesi ráðstevnu er at varpa búskaparfakligt ljós á verandi skipanir, ið uppkrevja tilfeingisrentu í Føroyum, bæði tá tað kemur til tilfeingisgjøld frá fiskivinnuni og tøkugjøld frá alivinnuni. Eisini fara umboð úr Noregi og Íslandi at greiða frá skipanum í teirra londum umframt at koma við fakligum boðum uppá, hvussu føroysku skipanirnar kunnu betrast.

Umframt framløgur frá serfrøðingum verður eisini kjak, har ætlanin er at fáa lýst fyrimunir og vansar við ymisku skipanunum og fáa nøkur boð uppá, hvussu skipaninar kunnu gerast betri. Yvirskipaða endamálið við tillagingum er samfelagsbúskaparligur effektivitetur og varandi burðardyggur vøkstur í búskapinum.

Tilmelding fer fram á landsbankin@landsbankin.fo. Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 15. mars.

Bæði fyrrapart og seinnapart verður endað við ballborðskjaki við luttøku bæði úr Føroyum og uttanlands.

Tey, ið fara at leggja fram fyrrapartin um alivinnuna eru Ragnfríð Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis og Vinnumálaráðnum, Ragnar Nystøyl, høvuðsgreinari hjá Kontali, Karen Helene Ulltveit-Moe, professari í búskaparfrøði, Universitetið í Oslo, og forkvinna fyri nýskipanarnevndini fyri tilfeingisgjald av laksaaling í Noreg, Bård Misund, professari í búskaparfrøði, Universitetið í Stavanger, og Audun Wickstrand Iversen, íløgurøktari í Den Norske Bank

Tey, ið fara at leggja fram seinnapartin um fiskivinnuna eru Djóni Højgaard, fulltrúi á Fíggjarmálaráðnum, Ola Flåten, professari í tilfeingisbúskapi, emeritus, Arctic University of Norway, Birgir Þór Runólfsson, assosiate professor, Háskóli Íslands.

Meira um ráðstevnuna her

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Fiskur.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page