top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAROE ORIGIN | Ætlanir um at byggja nýtt par at avloysa Rók og Lerk

Reiðarríið Faroe Origin í Runavík arbeiðir við ætlanum um at byggja eitt nýtt par at avloysa Rók og Lerk, sum vórðu seldir í november í 2021

Rókur og Lerkur vórðu seldir av landinum í 2021 (Mynd 📸 Sjómansmissiónin) Faroe Origin átti, aftaná søluna, tvey pør eftir, sum landaðu til virkið í Runavík. - Faroe Origin arbeiðir í løtuni við ætlanunum um at byggja eitt nýtt par, sum skal avloysa partrolararnar Rók og Lerk, sum vórðu seldir av landinum í 2021, men enn er hetta einki meira enn ætlanir, sigur Dávid Jacobsen frá Varðanum, sum eigur ein part av Faroe Origin.

Dávid Jacobsen fortelur víðari, at felagið hevur fingið tekningar frá trimum skipasmiðjum. - Vit hava fingið tekningar frá trimum ymsum skipasmiðjum. Einari í Spania, einari í Danmark og so hava vit eisini fingið eitt uppskot frá Mest her í Føroyum, sigur Dávid Jacobsen.

Hóast talan bert er um tekningar, og einki ítøkiligt enn, so viðgongur Dávid Jacobsen, at um nakað skal gerast fyri at varðveita loyvini, so má okkurt gerast skjótt.

- Skipini vórðu seld í november í 2021, og nú eru vit skjótt í juni 2023. Vit hava tí nakrar fáar mánaðir eftir, um vit skulu varðveita rættindini, sum vit yvirtóku, tá ið vit keyptu skipini við loyvum frá Faroe Seafood, sum fór á heysin fyri nøkrum árum síðani, sigur Dávid Jacobsen.

Umframt Rók og Lerk, sum Faroe Origin keypti á sinni, keypti felagið eisini pørini Stelk og Bak, sum er bygt í Spania í 2002, og Heyk og Falk, sum er bygt í Spania í 2007.

Dávid Jacobsen kann ikki siga, hvat eitt slíkt par fer at kosta at byggja, av tí at talan bert er um tekningar enn.

Tó sigur hann, at tað avgjørt hevði verið spennandi at bygt í Føroyum, um hetta var kappingarført, og heilt sikkurt nakað, sum Faroe Origin hevði kunnað gjørt.

Møguliga fara nýggi Rókur og Lerkur at síggja soleiðis út um Mest fær møguleika at byggja partrolarar til Faroe Origin í Runavík, um verkæltanin verður framd (Mynd📸 Mest)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page