top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAROE ORIGIN | Broytt makrelkunngerð kostar 30 milliónir

Makrelur, sum ikki er fiskaður, fer í felags pulju, og loyvini verða ikki longur flutt frá ári til árs

(Heykur og Falkur eru tveir av trolarunum hjá Faroe Origin / Mynd 📸 KVF,fo)


- Vit fara at missa 30 milliónir, og hetta hevur tí stóra ávirkan á virksemið hjá okkum.

Tað sigur Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin, um broytta kunngerð, sum kom í gildi í síðstu viku.


Faroe Origin hevur arbeitt ítøkiliga við at gera nýíløgur í skip, og stóru broytingarnar í kunngerðini gera, at hesar íløgur kunnu detta fyri bakka, sigur Jens Pauli.


Kunngerðin hevur tær broytingar við sær, at er makrelkvotan ikki fiskað, fer hon í eina felags pulju. Sostatt verða loyvini ikki longur flutt frá ári til árs.


Árið í ár kann koma at geva eitt verri úrslit fyri heimaflotan í mun til í fjør, og hetta saman við broytingunum í kunngerðini hevur stóra ávirkan á virksemið hjá Faroe Origin í Runavík.

(Faroe Origin í Runavík / Mynd 📸 KVF,fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page