FIRUM | Bjørt í Niðristovu vorðin bachelor
- Eva Andrésen
- 1 day ago
- 2 min read
Mánadagin vardi Bjørt í Niðristovu sína bachelorritgerð. Bjørt hevur lisið lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, og var hennara verkætlan gjørd í samstarvi við Firum.

Tá ið Bjørt upprunaliga vendi sær til Firum viðvíkjandi møguleikanum fyri at gera verkætlanina saman við teimum, varð tosað eitt sindur aftur og fram um, hvat hon skuldi fara at granska. Hon valdi spurdómurin ”Í hvønn mun er nøringin hjá laksalús tengd at tættleikanum av lús?”. Av tí at Bjørt hevði sett seg í samband við Firum í góðari tíð, bar til at savna inn lýs til hesa kanningina í eitt heilt ár.
Firum fremur lógarkravdu lúsateljingarnar úti á øllum alibrúkum í Føroyum, og hava kanningarfólkini savnað inn lýs til hennara, tá ið tey hava verið úti og talt. Lýsnar vórðu síðani avmyndaðar, og hevur Bjørt út frá myndunum staðfest, hvørjar lýs vóru gitnar og hvørjar ikki vóru gitnar.
Sum kunnugt er laksalúsin ein sníkur, ið livir á laksi. Laksalúsin hevur tó eisini sjálv sníkar at dragast við. Av tí at hesir sníkar og eggini hjá teimum sóust á myndunum, skrásetti Bjørt eisini teir fyri at vita, um tað var nakar landafrøðiligur ella árstíðartengdur munur á, nær laksalúsin hevur sníkar.
Úrslitini, ið Bjørt hevur funnið, eru bæði áhugaverd og viðkomandi. Ætlanin er at geva tey út í vísindaligum tíðarriti.
Sigurd Christiansen og Sunnvør í Klettskarð Kongsstovu frá Fróðskaparsetri Føroya vóru ábyrgdarvegleiðarir, Kirstin Eliasen úr Firum var vegleiðari, og Signar Pæturssonur Dam úr Bakkafrosti var próvdómari.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda og mynd: Firum
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Firum #Havbúnaðarfelagið #Sjóvinna #Fiskivinna #Alivinna #Aquaculture #faroemaritime #faroeislands #faroeislandsalmon
Fylg LinkedIn #'s:
Commenti