top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FIRUM | Kanningar av mikroalgum í sjógvi

Updated: Apr 19

 Á vári økjast nøgdirnar av mikroalgum inni á okkara firðum, tí tær eins og plantur einamest brúka ljós sum orkukeldu.


(Mynd: Firum: Ketur av ymiskum mikroalgum, m.a. Chaetoceros sp., sum hevur hvassar píkar og kann verða til ampa fyri táknirnar hjá alifiski. Myndin er tikin við myndatóli á mikroskopi.)


Mikroalgur ella plantuæti, sum tað eisini kallast, eru smáar verur í sjónum. Eins og plantur kunnu tær gera fotosyntesu og eru tískil fyrsta lið í føðiketuni, og sostatt grundarlag undir øllum lívi í havinum. Á vári økjast nøgdirnar av mikroalgum inni á okkara firðum, tí tær eins og plantur einamest brúka ljós sum orkukeldu.

 

Mikroaglur eru evarska lítlar og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum. Tó kann tað í ávísum førum síggjast á litinum á sjónum, tá innihaldið av ávísum mikroalgum er høgt. Sjógvurin verður tá reydligur ella brúnligur á at líta. Skúm á sjógvyvirflatuni kann eisini verða tekin um mikroalgur.

 

Á Firum hava vit seinastu árini lagt okkum eftir at skipa mannagongdir soleiðis, at vit kunnu eyðmerkja sløg og nøgdir av mikroalgum í sjónum. Hesar kanningar verða gjørdar við mikroskopi og PCR.

 

Til tess at tryggja góðskuna av okkara kanningararbeiði luttekur Firum eisini í altjóða samstarvinum International Phytoplankton Intercomparison (IPI), sum Canary Islands Harmful Algal Bloom Observatory (OCHAB), University of Las Palmas de Gran Canaria (ULPGC) og IOC Science and Communication Centre for Harmful Algae, Danmark, samskipa. Samstarvið inniber, at vit móttaka og kanna sýnir frá IPI, hvørs innihald vit ikki kenna. Síðani kanna vit um vit fáa somu úrslit sum aðrar kanningarstovur, ið luttaka í IPI-samstarvinum.

 

Orsøkin til, at Firum ger hesar kanningar er tann, at ávísar mikroalgur kunnu verða eitrandi ella til ampa fyri alifisk. Onkrar mikroalgur eru eitrandi fyri alifisk, tí tær innihalda eiturevni, ið kann gera, at táknirnar gerast óvirknar. Aðrar mikroalgur hava hvassar kantar ella píkar, sum eru til ampa fyri táknirnar hjá alifiski.

 

Fiskur, sum livur á okkara firðum kann rýma undan mikroalgum, um tær elva til ampa. Hetta kann alifiskur ikki.

 

Tá nøgdirnar av mikroalgum vaksa gera vit kanningar fyri alifeløgini. Hesar kanningar geva vitan um hvørji sløg av mikroalgum eru í sjónum og hvussu stórar nøgdirnar av hesum eru. Hetta er vitan, sum alifeløgini síðani kunnu brúka til at meta um hvørt mikroalgurnar eru til ampa.

 

Vilt tú hava meiri at vita, kanst tú seta teg í samband við Amandu Vang, deildarleiðara á Biotøkni amanda@firum.fo ella tlf. 77 47 67.

(Mynd📸 Firum)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Firum

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page