top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FIRUM | PhD lesandi úr Norra kannar ávirkan av veðurlagsbroytingum á firðirnar

Seinastu seks vikurnar hevur Stian Karlsen Kleiven, sum er PhD lesandi á Universitetinum í Tromsø, arbeitt á Firum.

Uppihaldið í Føroyum er partur av OCCAM, sum er ein verkætlan, ið hyggur nærri at hvussu broytingar í veðurlagnum kunnu ávirka firðirnar hjá okkum og sostatt eisini ávirka alivirksemi.



Hesar seks vikurnar hevur Stian arbeitt við at hyggja eftir, hvussu laksalúsalarvur fordeila seg í sjónum, tvs. hvørjum dýpi tær finnast á og á hvørjum menningarstigi tær eru á á ymiskum dýpunum. Út frá hesum hevur Stian, við støði í empiriskum myndlum, gjørt ymiskar útrokningar, sum kunnu brúkast í arbeiðinum at menna myndlar, ið kunnu siga hvussu broytingar á okkara firðum kunnu ávirka lúsatrýstið og sostatt eisini ávirka alivirksemi.


Saman við útrokningum hevur Stian eisini gjørt eitt litteraturstudie og tikið samanum hvussu aðrir granskarar rokna produktiónina av laksalús.

Arbeiðið, sum Stian hevur staðið fyri á Firum er gjørt í tøttum samstarvið við granskarar á Firum.


Tá vit í dag spurdu Stian, hvussu hann hevur havt tað, meðan hann hevur verið í Føroyum, lat hann væl at. Tað hevur verið áhugavert at verið í Føroyum. Eg havi búð ymsa staðni í smáum bygdum og eisini nakrar dagar í Havn og tað hevur verið gott. Og so hava føroysku starvsfelagarnir verið góðir at samskifta við og vit hava havt nógv góð faklig prát, sigur Stian, sum gleðir seg at koma aftur seinni í ár, tá hann aftur skal verða á Firum í tveir mánaðir.



Stian hevur eisini verið úti við lúsateljarum og talt lús á alifiski, eins og hann hevur verið úti við granskingarfarinum Andrias Reinert og gjørt kanningar av føroysku firðunum. Tann eina dagin var hann saman við starvsfeløgunum og elektrofiskaði sjósíl. Og júst hetta eisini at sleppa út og síggja hvat Firum tekst við, hevur verið sera læruríkt, sigur Stian.


(Myndir: Firum)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda og mynd: Firum

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page