top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FIRUM | Ráðstevnan ’Vitan til varandi aling - VTVA 2025’

Tann 31. oktober 2025 verður ráðstevnan ‘Vitan til varandi aling – VTVA 2025’ hildin á fjórða sinni.

ree

Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni.


Talan er um eina føroyska vísindaliga ráðstevnu, ið skal virka sum eitt savningarstað fyri føroyska akademiska umhvørvið og allar granskarar, ið á ein ella annan hátt fáast við alirelateraði evni.


Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni. At hjálpa til við fyrireikingini av ráðstevnuni er ein vísindanevnd skipað, ið er mannað av granskarum frá ymiskum føroyskum granskingarstovnum.


Sum vanligt er, tá skipað verður fyri vísindaligum ráðstevnum, verður í næstum lýst eftir framløgum, og kunnu granskarar tí senda ein stuttan samandrátt, abstrakt, sum í stuttum lýsir innihaldið av ætlaðu framløguni. Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.



Send okkum eina abstrakt til VTVA 2025 umvegis heimasíðuna herÍ næstum verður kunna nærri um tilmelding, hvar ráðstevnan verður hildin og anna viðkomandi.


Fylg við ráðstevnuni og kunning annars, á heimasíðu okkara her

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree



Kelda og mynd: Firum

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page