FISKAALING | Sirpa Lehtinen á "Vitan til varandi aling 2023"
Sirpa hevur eina PhD í “Marine Biology and Biological Oceanography” frá University of Helsinki. Hon hevur drúgvar royndir sum granskari á finsku umhvørvisstovuni SYKE, har hon hevur arbeitt í 11 ár. Ein av hennara uppgávum á SYKE er at samskipa verkætlan um yvirvøku av plantuæti í Eystursjónum.
(Mynd 📸 Fiskaaling.fo)
Fram til jóla arbeiðir Sirpa á biotøkniligu deildini á Fiskaaling. Uppihaldið er liður í skiftisskipan hjá Norðurlandaráðnum, ið gevur almennum starvsfólkum møguleikan at arbeiða í øðrum norðurlandi í eitt tíðarskeið.
Í sambandi við starvsvitjanina arbeiðir hon saman við granskarum á Fiskaaling og Havstovuni. Ætlanin er at menna hættir at brúka eginleikar hjá teim ymsu algunum til at tulka støðuna í sjónum heldur enn bara hyggja at, hvørji sløg eru til staðar. Á hendan hátt er møguligt at fáa betri innlit í, hvønn veruligan týdning tað hevur, tá samansetingin av plantuæti broytist. Sirpa arbeiðir eisini við at menna hesa tilgongd í Eystursjónum. Á ráðstevnuni 20. oktober fer hon at greiða frá hesum kanningararbeiði umframt hugsjónini við samstarvinum í Føroyum. ---
Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 20. oktober 2023
Luttøkugjaldið er 1.950,00 kr. (u/MVG) fyri hvønn luttakara. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@fiskaaling.fo. Freistin er hósdagin 12. oktober.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fiskaaling
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios