top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FISKIVINNUMÁLARÁÐIÐ | Framløgudagur á Hilton

Updated: Mar 19

Komandi fríggjadag verður árligi framløgudagurin, sum Fiskimálaráðið skipar fyri.. 


Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.


Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 21. mars 2025, og byrjar kl. 09.00 við kaffi og onkrum undir tonnina.


Kl. 09.30 fer Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, at bjóða vælkomin.


Síðani verður stutt greitt frá fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.


Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.


Tiltakið er mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum, íroknað fólk frá umsitingini og vinnunevnd Løgtingsins.


Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.


Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 19. mars 2025 klokkan 16:00 við at trýsta á hetta leinkið: Her sæst eisini skráin fyri dagin. 


(Myndir 📸 fisk.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: fisk.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page