top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FOÍB: - Gloymið ikki nýggja tilfeingisvinnu

Viðmerking frá Jan Muller, stjóra á FOÍB, til ólavsøkurøðu løgmans.


ree

-Torført er at fevna um allar tættir í samfelagnum í eini stuttari løgmansrøðu á ólavsøku, men løgmaður kundi eisini nevnt komandi olju- og gassvinnu eins og veitingarvinnuna í røðu síni sum eitt komandi nýtt búskaparbein í eini annars sárbarari høvuðsvinnu. Hetta sigur stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller í sambandi við áhugaverdu og fjølbroyttu røðuna, sum løgmaður helt á ólavsøku. Hann heldur tað vera rætt og náttúrligt, tá tað um framtíðar vinnu ræður, eisini at taka henda partin við, nú hann kann fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið.  


-Vælviitandi at spurningurin um olju og gass fyri fleiri er eitt tabuevnið at taka upp í eitt nú eini ólavsøkurøðu, er tó greitt, at bæði undanfarin og eisini verandi landsstýrið hava tikið undir við royndunum at leita eftir og finna olju og gass í føroysku undirgrundini – nú  hesi kunnu gerast eitt týðandi bein undir framtíðar føroyska búskapinum – um somu tíð sum Føroyar og føroysk veitingarvinna helst kunnu gera sær dælt av olju- og gassvirkseminum hinumegin markið sigur FOÍB stjórin í eini viðmerking til løgmansrøðuna á ólavsøku.


 Hann vísir á, at tað millum tingfólk úr øllum flokkum hevur víst seg at vera ynski um,  at vit skulu troyta tað orkutilfeingi, sum møguliga og helst finst í føroysku undirgrundini. Eisini fyri orkutrygdina í okkara parti av heiminum. Hesi hava ferð eftir ferð víst á týdningin, sum bæði leiting og veiting kann fáa fyri Føroyar, serstakliga nú tað vísir seg, at stórar nøgdir av olju og gassi eru funnin og verða troytt í bretskum øki tætt við markið. Tað er bara ein spurningur um tíð, til Føroyar eisini kunnu gerast partur av hesum nýggja virksemi – báðumegin markið.


 Jan Müller vísir eisini á, at nú landsstýrið letur fígging til Jarðfeingi og hevur givið stovninum ábyrgdina av at marknaðarføra olju- og gassleiting, kundi tað verið rímuligt av  løgmanni í síni røðu at nevnt henda partin av eini møguligari framtíðar tilfeingsvinnuni, sum tað eftir øllum at døma er undirtøka fyri millum bæði politikarar og Føroya fólk.

 -FOÍB sær tað sum sína uppgávu at stuðla uppundir bæði bæði marknaðarføringina av undirgrundini eins og veitingarvinnuni í Føroyum, sum kann vaksa munandi, um henda nýggja tilfeingisvinnan gerst veruleiki leggur FOÍB stjórin aftrat.


 FOÍB fer í næstum á stóru altjóða orkuráðstevnuna “Offshore Europe 25” í Aberdeen til tess at gera vart við Føroyar og íløgumøguleikarnar her.

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv





Kelda: Jan E. Muller / FOÍB. orkan.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page