top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG | Politisku flokkarnir eru farnir at virka sum fakfeløg

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag á polittisku flokkarnar, haldi tykkum til landspolitikk og latið okkum orðna fagfelagspolitikk

(Mynd 📸 FSN.FO / Annfinnur Garðalíð, formaður)


Løgtingsvalið dec 2022 Sosialistarnir siga at Frælsi samráðingarrætturin skal skerjast við lóg Polittisku flokkarnir eru farnir at virka sum fagfeløg. Nú stundar Løgtingsvalið dec 2022 til, og nýgg sum gomul valevnir bjóða seg fram, og vilja vísa sín kynstur um hetta og hatta, og hvussu tey kunna sannførða veljaran um, hví vit skula velja seg, og ikki hini. Í dag lova ymisku flokkarnir at arbeiðsvikan skal setat niður á 37 tímar um vikuna, uttan at nakar ferð niður í løn, hetta er uttan iva søtur tónleikur fyri fjøldina. Hvat er tað, í royndu verð hesir flokkar gera? Jú teir leggja seg í millum arbeiðsgevarar og fagfeløgini sum varða av sáttmálaøkjunum á ymisku arbeiðsplássunum. Hetta hevur altíð verði ein samráðingarrættur, tað við at keypa sær t.d. 6. fríviku, ella tað at fara frá 40 tímar viku til 39 tímar o.s.v. Vit sum samráast vita, at t.d. 6. Frívikan kostar ca 2,5% hetta av ásetta karminum fyri ávikavist 1. og 2. árið Men at flokkarnir vilja nú kropp á kroppi lova arbeiðarafjøldini at tey skula ikki missa løn, sjálvt um tey fara niður á 37 tímar viku. Hetta er at gera seg inná fría samráingarrættin hjá fagfeløgunum og verða tey sett út av spælinum, hetta eigur slett ikki at verða góðtikið. Tað undrar meg almikið at SOSIALISTARNIR Javnaðarflokkurin at teir nú eisini saman við Tjóðveldinum eru farnir í herðna móti fagfeløgunum, og skula aftur nú við lóg avmonterða fagfelagsrørsluna. Vit sóðu hetta til næstsíðsta Løgtingsval, tá gekk hetta út yvir manningarfeløgini, og var tá samtykt av Javnaðarflokkinum- Tjóðveldisflokkinum - Framsókn og stuðul frá Sjálvstýrisflokkinum. MÍN ÁHEITAN TIL POLITTISKU FLOKKARNAR ER, HALDI TYKKUM VEKK FRÁ AT VIRKA SUM FAGFELØG, OG HALDI TYKKUM TIL POLITIKK. OG LATIÐ OKKUM FÁA FRIÐ AT ARBEIÐA SUM FAGFELØG. Vinarliga Annfinnur Garðalíð Formaður FSN

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: FSN.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page