FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Aftur ein AWI 39 til Grønlands
AWI bátarnir eru so mikið væl umtóktir í Grønlandi, at hesin keyparin, sum býr í Saattut, vildi hava ein sama slag, sum ein bygdarmaður lat byggja hjá AWI Boats í Runavík í 2021.
(Myndir 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)
-Hetta er ein mynstur(standard) bátur á 39 fótur, sum vit hava gjørt nógvar av. Teir eru serbygdir til Grønlands, tí teir eru væl bjálvaðir móti kulda og eru sterkari bygdir enn vanligt, so teir kunnu sigla í ísi. Tað sigur Jóhan Hendrik Olsen, stjóri á AWI Boats/Uniwice í Runavík.
-Báturin hevur bæði garnaspæl og línuspæl, so hann er útgjørdur til garna- og línufiskiskap eftir svartkalva, toski og øðrum fiski. Garna- og línuspølini eru gjørd hjá Oilwind í Miðvági. Annars hevur báturin alla nútímans siglingar-, samskiftis- og trygdarútgerð, og er góðkendur av danska skipasýninum. Báturin hevur ein 266 hestar Volvo motor, sigur hann.
-Tað er hugaligt í løtuni, tí hesin er tann fyrsti av fimm, sum vit skulu gera til Grønlands. Fýra fiskibátar og so eina ferju. Ferjan verður tann næsti sum verður liðugur, sigur Jóhan Hendrik Olsen.
Báturin fer við farmaskipið til Grønlands.
Skriftstaðið ANU hevur fingið frá Føroysku sjómansmissiónini er frá Sálmi 68 ø.20: -Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár.-
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigaranum tillukku og Guds signing við ANU.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments