top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Sigla við alifóðri og jólapakkum

Í gjárkvøldið fór farmaskipið Hav Alda av Fuglafirði við kós móti Skotlandi. Skipið siglir millum Føroyar og Skotland við alifóðri fyri Bakkafrost.

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin / Á myndini: Brian Sandvik, Brian Poulsen og Napoleon Vestergaard)


-Vit hava ligið á Fuglafirði og lastað uml. 1200 sekkir á 1000 kilo av alifóðri, sum skulu siglast niður til alibrúk hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Tað sigur skiparin Napoleon Vestergaard.


-Vit leggja at 10 alibrúkum har umleið 700 tons vera avskipaði og so skal Hav Sand hava 500 tons. Hav Sand siglir við fóðrinum til tey sunnastu alibrúkini, meðan vit sigla til tey norðaru, sigur hann.


-Nú sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum, fingu vit eisini pakkar til Hav Sand og Bakkanes, sum arbeiða við alibrúkini hjá Bakkarfosti í Skotlandi. Tí kann sigast, at vit hesaferð sigla við alifóðri og jólapakkum, sigur Napoleon Vestergaard, smílandi.

Sjey mans sigla við Hav Aldu.

Teir vóru blíðir við trúboðaran, sum eisini las eitt Guds orð og hevði bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


-Soleiðis stóð skrivað á facebook síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini t. 16 nov

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page