top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA | Gransking í nýggjari plottaraskipan serment til Føroyaleiðirnar

Granskingarúrslit hjá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya eru brúkt til at menna eina nýggja plottaraskipan til skip og bátar á Føroyaleiðunum

(Mynd 📸 Setur.fo)


Føroyska felagið, Vikmar, hevur saman við norska felagnum, Sailorsmate, ment eina plottaraskipan til skip og bátar á Føroya leiðunum, sum byggir á úrslit frá teldusimuleringum av sjóvarfalsrákinum, sum vórðu framdar á Náttúruvísindadeildini í 2011.


Tá var endamálið at kortleggja orkunøgdirnar, sum eru tøkar í sjóvarfalsrákinum. Seinni, í 2017, varð sjóvarfalsappin, RÁK, bygd á hesi somu úrslitini í samstarvi við Náttúruvísindadeildina, Fiskaaling og fyritøkuna, Magnussen Technology og við fígging frá Statoil Faroes.


Nú 12 ár seinni koma so hesi somu granskingarúrslitini vónandi fleiri til gagns á sjónum í nýmentu plotttaraskipanini hjá Vikmar og Sailorsmate.


Í plottaraskipanini eru funktiónir lagdar inn, sum út frá sjóvarfalstølunum m.a.rokna, hvussu rákið verður eftir einari lagdari siglingarleið, sum - um rætt nýtt - kann verða rættiliga orksparandi og partur av betri trygd, tá siglt verður millum oyggjarnar. Eisini eru funktiónir, sum rokna, hvussu ein lutur rekur í eitt ávíst tíðarbil. Hetta kann vera hent hjálp til at finna aftur hagar, ið fiskur tekur, og at finna lutir aftur á sjónum, so sum boyir, mistar lutir ella tá talan er um neyðstøðu.


Nýggja plottaraskipanin hevur tó somu avmarkingar, sum eru í upprunaligu teldusimuleringunum. Hesar eru, at økið bert fevnir um innara partin av Landgrunninum, og at neyvleikin serliga nær landi er avmarkaður av tættleikanum millum útrokningarnar, sum tá var 100m. Harumframt vanta tøl mangastaðni fyri botndýpið.


Í nýstovnaða Havmyndladeplinum á Fróðskaparsetrinum verður ein myndil mentur, sum røkkur væl út um Landgrunnin og hevur eitt neyvari rokninet nær landi. Ein fyritreyt fyri, at nytta fæst við neyvari rokninetinum, er tó, at botndýpini eru kend við minst sama neyvaleika, og at tey verða tøk til endamálið.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Setur.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page