top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FSN er vertur fyri árs- og aðalfundinum hjá IFSMA

Í dag byrjaði 48. ársfundurin hjá altjóða navigatørfelagsskapinum IFSMA á Hotel Føroyum. Í síni vælkomstrøðu vísti Annfinnur Garðalíð á meira enn túsund ára gomlu maritimu søguna hjá Føroyum, og hann var vónríkur, tá hann endurgav bæði Halgubók og Neville Chamberlain í síni lýsing av tí annars døpru heimsstøðuni, sum er merkt av kríggjum


ree


“Once in a lifetime” siga enskttalandi um møguleikar og høvi, ið ein bert skal vænta sær í boði eina einastu ferð í lívinum. Og ein slíkan forkunnugan møguleika segði Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN (Føroya Skipara- og Navigatørfelag), tað vera, at tað í ár er fallið Føroyum í lut at hýsa ársfundinum hjá IFSMA (International Federation of Shipmasters’ Associations), sum er felagsskapurin hjá navigatørfakfeløgum kring heimin.


Ársfundur við ráðstevnu er hvørt ár, og annað hvørt ár er ársfundurin eisini aðalfundur. Tað er støðan í ár, nú fundurin fyri fyrstu ferð verður hildin í Føroyum. IFSMA varð stovnað í 1974, og fundurin í Føroyum er tann 48. ársfundurin hjá felagsskapinum. 33 navigatørfakfeløg við tilsamans umleið 10.000 limum eru limir í IFSMA.


Røðan hjá Annfinni Garðalíð var hildin á enskum og er endurgivin í endanum á greinini. Hon var stutt og beinrakin, og teir út við 50 felagsformenninir úr øllum heiminum og starvsfólk hjá IFSMA, sum vóru við á fundinum – nøkur umvegis netið – fagnaðu orðunum við lógvabrestum.


Ráðstevnan fyllir mesta partin av IFSMA-fundinum. Har verða ein rúgva av maritimum evnum umrødd og viðgjørd, og av tí sama er skráin fyri fundin eisini drúgv. Hon byrjaði so smátt longu í gjárkvøldið við serligari ráðstevnu fyri norðurlendsku luttakararnar, og aftaná var døgverði fyri øll.


Jim Scorer, aðalskrivari í IFSMA, endaði sína frágreiðing við at boða frá, at hann fer frá við árslok eftir 10 ár í sessinum
Jim Scorer, aðalskrivari í IFSMA, endaði sína frágreiðing við at boða frá, at hann fer frá við árslok eftir 10 ár í sessinum

Fyrrapartin í dag beyð Annfinnur Garðalíð so vælkomin, og fundurin bleiv formliga settur. Síðan var sjálvur aðalfundurin avgreiddur, og her legði bretski Jim Scorer, aðalskrivari í IFSMA, fyri við einari drúgvari frágreiðing og røðu. Hann endaði røðuna við formliga at boða frá, at hann nú hevði gjørt av at leggja frá sær við árslok eftir 10 ár sum aðalskrivari – talan er um eitt fulltíðarstarv. Eftirmaður hansara er longu útnevndur, og hann eitur Andrew Cook.











Úr vinstru er tað nýútnevndi aðalskrivarin í IFSMA, Andrew Cook, sum byrjar so spakuliga í starvinum í heyst, núverandi aðalskrivarin Jim Scorer, IFSMA-forsetin Hans Sande, Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og Elias Zachariasen, næstformaður í felagnum
Úr vinstru er tað nýútnevndi aðalskrivarin í IFSMA, Andrew Cook, sum byrjar so spakuliga í starvinum í heyst, núverandi aðalskrivarin Jim Scorer, IFSMA-forsetin Hans Sande, Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og Elias Zachariasen, næstformaður í felagnum

Skráin í dag endaði við einum sera væl eydnaðu ábiti á Østrøm seinnapartin, har Elsa Berg, borgarstjóri, var vertur. Tað bar so á, at Westward Ho kom inn á vágna, meðan gestirnir vóru har, og tá tiltakið saman við borgarstjóranum endaði, fóru øll umborð á sluppina, har manningin greiddi væl frá á enskum.


Fyrrapartin í morgin heldur ráðstevnan fram, og seinnapartin verður farið til Vestmanna, har vitjað verður á Wisky-bryggjarínum, áðrenn farið verður útferð við báti undir Vestmannabjørgini.


Skráin fríggjadagin er eisini pakkað, og millum annað fara Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, og Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line og Skansa Offshore umframt formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, at hava framløgur/fyrilestrar.


Norðmaðurin Hans Sande er forseti í IFSMA og beyð eisini vælkomin
Norðmaðurin Hans Sande er forseti í IFSMA og beyð eisini vælkomin



ree
ree
ree
ree
ree
ree
ree
"Let there again be peace in our time”
"Let there again be peace in our time”


(Mynd 📸 fsn.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree



Kelda: FSN

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page