EMERALD | Gera ymsar broytingar umborð
Reiðarin vónar, at Emerald kann fara til fiskiskap síðst í hesari vikuni
Emerald var vestan fyri Føroyar um vikuskiftið og royndi eftir rækjum. (Mynd 📸 KVF.fo)
Verksmiðjutrolarin Emerald liggur enn á Havnini, tí hann er ikki klárur at fara til fiskiskap enn. Ymiskt skal broytast umborð, men reiðarin, Kaj Johannesen, vónar, at trolarin kann fara síðst í hesari vikuni. Tað ber tó ikki til at siga við fullari vissu.
Royndu eftir rækjum Emerald var vestan fyri Føroyar um vikuskiftið og royndi eftir rækjum. Hann hevði royndarloyvi í eitt samdøgur. Nakað var at fáa, men hetta er ikki rætta árstíðin at fiska rækjur, sigur Kaj Johannesen.
Emerald er bygdur í Turkalandi og fór haðani 25.juni. Hann kom til Havnar 13. juli.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BLUE FAROE ISLANDS
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments