GLOBE TRACKER | Nýggjan stjóra
Globe Tracker hevur sett Rich Meyers sum stjóra. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum hevur verið stjóri síðani 1. mars 2021.
![](https://static.wixstatic.com/media/433a26_2994e9cd9cae4e81b02f1b9ae457a87a~mv2.jpg/v1/fill/w_615,h_455,al_c,q_80,enc_auto/433a26_2994e9cd9cae4e81b02f1b9ae457a87a~mv2.jpg)
(Mynd 📸 Rich Meyers)
Rich Meyers hevur starvast sum rakstrarstjóri í felagnum seinastu fimm árini, og hevur verið drívmegin aftanfyri stóru menningina, á flest øllum økjum í felagnum. Nevndin í felagnum fegnast um gongdina, og fegnast samstundis um setanina av Rich Meyers.
- Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu fimm árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innan fyri veitan av útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Rich hevur stóra vitan um marknaðin, og hevur gjøllar tøkniligar førleikar innan økið, og er væl klæddur til at føra felagið víðari tað næsta stigið á vakstrarleiðini, sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker.
Rich Meyers hevur drúgvar royndir í KT vinnuni í USA, og hevur seinastu 30 árini starvast innan fjar-, tráðleyst- og fylgisveinasamskifti, bæði sum stjóri og í leiðslu. Rich Meyers er búsitandi í Florida, USA.
- Eg vil fegin takka øllum í toyminum hjá Globe Tracker fyri teirra ótroyttiliga arbeiðssemi. Eg eri ógvuliga spentur at byrja í nýggja leiklutinum, og halda áfram við okkara vøkstri á marknaðinum, umframt at koma inn á aðrar líknandi marknaðir í framtíðini, sigur Rich Meyers.
Tað starvast 47 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Í nevndini sita Joel undir Leitinum (formaður), Fróði Magnussen og Símin Pauli Sivertsen. Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal .fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments