top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Gott at tað almenna lættir um!

Sjóvinnustýrið lættir um arbeiðsgongdir hjá bæði undirveitara og myndugleika.


Hóast hetta er eitt lítið sandkorn á almennu skrivstovustrondini, er tað kortini gleðiligt at ein stovnur megnar at lætta um mannagongdirnar. Allur bati bøtir.


Sjóvinnustýrið gongur á odda við at lætta um ymiskar mannagondi, eitt nú mynstring og sjóvinnubrøv kunnu avgreiðast talgild.


Tað hevur verið mannagongd, at Sjóvinnustýrið skal vera til staðar, tá løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir á skipum.


Men frá 1. mai 2024 kunnu løggildir undirveitarar gera hallroyndir og lættskipsuppgerðir, uttan at Sjóvinnustýrið er til staðar.


Broytingin verður m.a. gjørd fyri at lætta um arbeiðsgongdir hjá bæði undirveitara og myndugleika.


Undirveitarin skal prenta eitt eintak av støðufestisbókini at lata eigara/reiðara og senda Sjóvinnustýrinum eitt talgilt eintak við telduposti í pdf.


Tað er sostatt ikki longur neyðugt at innsigla bókina á Sjóvinnustýrinum.




(Myndir 📸 Advent)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page