GRØN ORKA | Framleiða streym úr sjóvarfalsorku um fimm ár
Drekin í Vestmannasundi hevur givið góð úrslit
(Mynd 📸 Danish Shipping)
Svenska fyritøkan, Minesto, og SEV hava samstarvað um royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi.
Royndirnar við Drekanum, sum streymtólið nevnist, vísa nú so góð úrslit, at væntast kann, at verulig streymframleiðsla fer at koma burturúr innan fimm ár.
Tað væntar menningarleiðarin á SEV, Terji Nielsen.
Sambært Minesto fer sjóvarfalsorkan at svara til 20 prosent av samlaðu føroysku orkunýtsluni í 2021.
Terji Nielsen sigur, at hetta lutfallið av orkunýtsluni kann gerast enn størri.
Hoyr samrøðu við Terja Nielsen her
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: kvf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments