top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Umsitingarkostnaðir eksploderaðu í 2024 orsakað av ES-lóggávu

Nýggj uppgerð vísir, at í 2024 fingu danskar fyritøkur nýggjar byrðar, sum svara til 18 mia. krónur um árið, frá ES-lóggávu.


Í nýggjari frágreiðing hevur danska Vinnumálaráðið gjørt upp umsitingarkostnaðirnar, sum stava frá ávikavist nationalari og ES-lóggávu. Uppgerðin vísir, at í 2024 hevur nýggj ES-lóggáva viðført fyrisitingarbyrðar fyri danskar vinnufyritøkur upp á 10 mia. krónur, og broytingarkostnaðir upp á 8 mia. krónur.


Nýggju byrðarnar svara tilsamans til 18 mia. krónur, og hetta er munandi meira enn undanfarin ár. Danskir viðmerkjarar halda, at talan er um eina eksplosión í kostnaðum frá ES-lóggávu.


Frágreiðingin frá danska Vinnumálaráðnum kemur í kjalarvørrinum á sonevndu Draghi-frágreiðingini frá september í fjør. Henda frágreiðing staðfesti, at kappingarførið hjá ES er versnað.


Draghi-frágreiðingin var ein ávaring til politisku skipanirnar í ES, og ES-kommissiónin hevur eisini sett út í kortið tiltøk fyri at bøta um kappingarførið. Eitt nú hevur kommissiónin sett sær fyri at gera rapporteringskrøv hjá vinnuni munandi einfaldari.


Í viðmerking sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum:


Eg haldi, at nýggja frágreiðingin hjá danska Vinnumálaráðnum vísir, at vit mugu hugsa okkum væl um, áðrenn vit fyrilitarleyst avrita ES-lóggávu. Í løtuni hendur innovatiónin og íverksetanin í stóran mun uttan fyri ES. Í Føroyum mugu vit hugsa um okkara kappingarføri, tá ið nýggj lóggáva verður umhugsað og smíðað. Vit mugu leggja doyðin á, at vit ikki leggja ov tunga umsiting yvir á føroyskar fyritøkur.

 

Keldur: em.dk og berlingske.dk



(Myndir 📸 Vinnuhúsið)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo




Kelda: Vinnuhúsið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page