top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAGSTOVA FØROYA | Innflutningurin apríl 2023

Innflutningurin uttan skip og flogfør 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,5 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

(Mynd 📸 Hagstova Føroya)


Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið. Um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 323 milliónir krónur. Sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutningsvirðinum seinasta árið er við at steðga upp.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 682,9 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutningurin hjá privatu húsarhaldunum hevur ikki verið í vøkstri seinasta árið, men nú sær út til at vera ein ávísur vøkstur í hesum innflutningi. Eitt nú vaks innflutningsvirðið av vørum til beinleiðis nýtslu 128,9 milliónur krónur, ella 6,7%, og innflutningsvirðið av flutningsførum 56,1 millión krónur, ella 10,2%.


Sí fleiri grafar HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page