top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAGSTOVA FØROYA | Virðið á útfluttum makreli vaksið meira enn 1,1 milliard krónur

Samlað varð útflutt fyri 13,3 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá oktober 2024 til september 2025. Tað er nærum 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið. Útflutningsvirðið av makreli er somuleiðis vaksið við meiri enn 1,1 milliard krónum.


Fiskavøruútflutningurin er vaksin við nærum 1,1 milliard krónum, ella nærum 10 prosentum.


Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 522 milliónum krónum. 


Útflutningsvirðið á laksi minkaði 273,4 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Samanborið við seinasta 12-mánaðarskeiðið minkaði samlaða útflutningsvirðið við 4,5 prosentum, meðan nøgdin vaks 11,8 prosent.


Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 15 prosent.


Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 1,1 milliard krónur, ella 131 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 67 prosent. 

 



Laksaútflutningurin

Prísurin á laksi hevur verið sera svingandi síðani byrjanina av 2022. Prísurin á heilum feskum laksi hevur í hesum tíðarskeiði farin frá at liggja millum umleið 55 og 90 krónur kilo, til nú at liggja millum 40 og 75 krónur kilo. Í september 2024 var prísurin um 52 krónur kilo og í september í ár er prísurin knappar 50 krónur kilo. Hetta er ein lítil lækking.



Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES og til "Asia annars" - fyri tað mesta Kina. Londini í ES við størsta vøkstrinum í útflutninginum er til Póllands, við 309 milliónum krónum, og Niðurlond, við 245 milliónum kronum í vøkstri. Útflutningurin til "Evropa annars" er vaksin góðar 88 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin 436 milliónir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika, serliga USA, er minkaður nógv. Útflutningurin til "Afrika annars" er vaksin 54,9 milliónir krónur, serliga til Nigeria.



Fimm lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Danmark, Russland, Bretland og Spania. Vend er komin í útflutningin til Russlands sum minkaði nógv, tá laksaútflutningurin til Russlands steðgaði í 2022, men gongdin er nú vaksandi, og útfluttu vit fyri 54,3 milliónir krónur til Russlands í september í ár. Útflutningurin til USA var í hæddini á heysti í 2023. Síðani hevur gongdin verið minkandi. Tó so var útflutningurin til USA 151,9 milliónir krónur í september 2025 samanborið við 141,8 milliónir krónur í september 2024, ið er góð 7 prosent vøkstur.



(Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)


ree

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree



Kelda: Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page