top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Hav ekkoloddið við tær - hvar enn tú ert umborð

4 hours ago
1 min read

Nútímans fiskitøkni ger tað lættari enn nakrantíð at fylgja við tí, sum hendir undir báti, uttan at vera bundin at sjálvum ekkoloddinum. Við Furuno FCV-600 og FCV-800 hevur tú møguleika at síggja ekkoloddsmyndina beinleiðis á tínum snildfon, teldli ella á einum øðrum skíggja.


Tað verður gjørt møguligt við innbygdum tráðleysum neti (Wireless LAN), sum sendir myndina frá ekkoloddinum til aðrar eindir umborð. Eigur tú eina iPhone ella iPad, kanst tú brúka forritið TZ iBoat, meðan Android-brúkarar kunnu fylgja við gjøgnum NavNet Viewer.


Hetta gevur eitt heilt nýtt frælsi umborð. Til dømis kanst tú standa frammi á bakkanum og fiska, samstundis sum tú fylgir við botnviðurskiftum, fiski og ekkoloddsmyndini beinleiðis á telefonini. Tað merkir, at tú ikki longur noyðist at vera við stýrihúsið fyri at hava fult yvirlit.


Fyri bæði vinnuligar og frítíðarfiskarar kann hetta geva ein smidligari og meira effektivan arbeiðsdag á sjónum.


MP Teknik er umboð fyri Furuno í Føroyum og veitir ráðgeving, sølu og tænastu innan navigatións- og fiskileitingarútgerð.


Set teg í samband við MP Teknik, um tú vilt hoyra meira um møguleikarnar við FCV-600 og FCV-800, og hvussu loysnin kann gera tín dag umborð bæði lættari og betri.


(Myndir 📸 MP Teknik)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: MP Teknik

Fylg Facebook #'s:



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page