top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Hóast høgan aldur, so elskar hann at sigla

-Eg kenni meg væl og orki væl enn. Harafturat kenni eg alt her umborð, so arbeiðið fellur ikki tungt. Men byrji eg at gloyma, ella ikki orki meiri, so vóni eg, at eg finni landgangin, áðrenn eg verði leiddur í land.



Hóast hann verður 79 ár í mars, so dregur sjógvurin enn gøtumannin, Sæmund P. Dalheim. Longu sum 12 ára gamal var han við til at trola eftir hummara. Sum unglingi, var hann messur við ymiskum skipum, eisini við Skálabergi, har 49 mans vóru við. Hann fór í smiðjulæru sum bilmekanikari og fekk sveinabræv sum motormekanikari.Eftir at hava siglt nøkur ár við ymiskum skipum, gjørdist hann arbeiðsformaður og brandmaður hjá Gøtu kommunu. Har var hann í 16 ár og fór so aftur at sigla.  


-Í 1995 kom eg í alivinnuna, og her eri eg enn. Eg byrjaði sum maskinmeistari umborð á Sporinum, sum Vestlaks í Kollafirði átti, og sum teir høvdu umbygt til brunnbát. Har sigldi eg í fleiri ár, áðrenn eg fór umborð á Vestfisk og seinni umborð á Vesthav, sum báðir vóru brunnbátar, sigur Sæmundur.


-Nú siglir tú við Stígabrúgv, sum Bakkafrost eigur. Nær byrjaði tú hjá Bakkafrosti?

-Tað var 1. feb. 2009, tá eg kom her umborð. Í fleiri ár vóru vit bara tveir við, og tað var alt ov strævið. Vit sigldu vanliga tveir túrar um dagin, eisini leygardag, so tað var mangan lítil svøvnur. Nú eru vit tríggir. Vit sigla í fjúrtan dagar og havi so frí í fjúrtan dagar, sigur hann.

Uppá fyrispurning, um hann hevur gloymt aldurin, svarar Sæmundur:-Nei, eg kenni meg væl og orki væl enn. Harafturat kenni eg alt her umborð, so arbeiðið fellur ikki tungt. Men fari eg at gloyma, ella ikki orki meiri, so vóni eg at eg finni landgangin, áðrenn eg verði leiddur í land, sigur hann.



-Fyri árum síðani fekk eg bræv frá Nánd, sum er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu. Tey bjóðaðu seg til at koma heim til mín at siga mær frá, hvussu eg sum eldri, kundi fáa tað gott og hvørja hjálp, eg kundi fáa. Tað er frálíkt at fáa tílíkt tilboð, men eg takkaði nei í fyrstu syftu. Tí so leingi eg sigli, haldi eg ikki, mær tørvar teirra hjálp, sigur Sæmundur.



-Hvussu leingi siglir tú afturat?-Eg veit ikki. Eg væntaði kanska at verða uppsagdur vegna aldur, men eri tað ikki enn. Eg dugi ikki bara at ganga heima og onki ávist hava at gera, so eg eri fegin yvir at kunna sigla. Vit eru fjúrtan dagar umborð og eru so heima í fjúrtan dagar. Hóast eg havi tað gott heima, so fegnist eg, hvørja ferð eg skal umborð aftur, sigur hann.


-Eg takki Gudi hvønn nýggjan morgun fyri lív og heilsu. Somuleiðis biði eg dagliga fyri mær, mínum, skipi og manning. Dagligi bíbliulesnaðurin og bønin hava stóran týdning fyri meg; ja, halda mær uppi. Eg lesi Bíbliuna í samanhang, tí so veit eg altíð, hvar eg skal lesa. Kirkjan og missiónshúsið hava havt stóran týdning fyri meg. Tað er stimbrandi at savnast við Guds fólki, og so gevur tað góðar vinir, sigur Sæmundur P. Dalheim at enda.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

留言


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page