Kemilux styrkir reinførisloysnirnar í Føroyum
- Ólavur Í Geil
- 1 minute ago
- 2 min read
Krøvini til reinføri, matvørutrygd og burðardygd gerast alsamt hægri, serliga innan matvøruídnaðin. Tí hevur Kemilux nú gjørt samstarvsavtalu við System Cleaners, ið er ein av fremstu veitarunum av professionellum lágtrýst reinsiloysnum til vinnuna.
Við hesum samstarvi bjóðar Kemilux føroyskum fyritøkum framkomnar og álítandi reinsiloysnir, ið tryggja javna góðsku hvønn dag.

Um System Cleaners
System Cleaners framleiðir og mennir professionell lágtrýst reinsianlegg, ið eru serútgjørd til vinnuna, har reinføri er avgerandi.
Tey bjóða m.a.:
• Lágtrýstanlegg til effektiva skynsama reingerð
• Sentrala reinsiskipan
• Satelittstøðir til skúm, sápu og desinfektión
• Neyva og rætta dosering av sápu og reinsievnum
• Skúm- og desinfektiónsloysnir, antin manuelt ella sjálvvirkandi
• Loysnir, ið kunnu tillagast bæði smærri og størri fyritøkum og skipum
Lágtrýstanleggini eru ein trygg og effektiv loysn, ið gevur:
• Betri reinførisúrslit
• Minnið aerosol og betri arbeiðsumhvørvi
• Røttu dosering hvørja ferð
• Minnið spill av kemiskum evnum
• Minnið slit á maskinur, gólv, veggir o.a.
• Minnið ávirkan á umhvørvið
- Les meira um loysnirnar frá System Cleaners her: https://systemcleaners.com/
Eitt týðandi ískoyti til Kemilux
Hetta er eitt øki, sum Kemilux hevur manglað í vøruúrvalinum í fleiri ár. Nú kann Kemilux bjóða eina heildarloysn innan reinføri – frá sápu og kemiskum evnum til sjálvar reingerðisloysnir, eykadeilir og tekniska servisu.
Kemiluxt styrkir sostatt leiklutin sum lokalur og álítandi samstarvspartnari hjá føroyskum fyritøkum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda og mynd: Kemilux
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)














