Milliónaíløga á Grótrætt: Klaksvík leggur lunnar undir framtíðar vøkstur
Arbeiðið við at víðka havnarøkið á Grótrætt í Klaksvík er nú komið eitt týðandi fet víðari.

Byggifelagið Rókin hevur fingið arbeiðið at standa fyri útbyggingini, sum bæði fevnir um útfylling av økinum millum molarnar og eina víðkan av sjálvum kaiøkinum.
Verkætlanin merkir, at kaiøkið verður flutt umleið níggju metrar longur út enn tað er í dag.
Hetta gevur størri arbeiðsøki á landi og betri atgongd til djúpari sjógv við keikantinum, sum styrkir møguleikarnar hjá vinnuni at menna virksemið á havnalagnum.
Henda útbyggingin er eitt gott dømi um, hvussu gott samstarv millum vinnu og kommunu kann skapa virði. Í hesum førinum er verkætlanin eisini ein týðandi partur av ætlanunum hjá Magn, sum arbeiðir við at menna og útbyggja oljugoymsluna á Grótrætt.
Frá politiskari síðu er hetta ein menning, sum vit hava arbeitt miðvíst fyri. Eitt av málunum hevur verið at styrkja fíggjarliga grundarlagið undir Klaksvíkar Havn við betri skipan,
tillagingum í gjaldsskipanini og einari meira framkomnari umsiting av havnalagnum. Hesi átøk síggjast nú aftur í vaksandi inntøkum og størri áhuga frá vinnulívinum.
Longu fyrr í ár vóru inntøkurnar hjá Klaksvíkar Havn komnar upp um tað, sum varð mett at vera inntøkumálið fyri alt árið. Við hesi nýggju útbyggingini verður mett, at árligu inntøkurnar kunnu økjast enn meira komandi árini.
Verkætlanin kostar 9,5 milliónir krónur og er ein íløga í framtíðina hjá bæði havnini og kommununi. Tað snýr seg ikki bara um fleiri fermetrar av kai, men um at skapa betri karmar fyri vinnulívið, økja virksemið á havnalagnum og tryggja kommununi fleiri inntøkur.
Tá vinnulívið hevur áræði at gera nýggjar íløgur, og kommunan er til reiðar at samstarva um góðar loysnir, kunnu úrslitini verða sjónlig. Útbyggingin á Grótrætt er eitt greitt dømi um júst tað.
(Myndir 📸 canva)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sylvia Thomsen og KVF
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Klaksvíkarkommuna #KlaksvíkarHavn #portofklaksvik #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #havnir #portofklaksvik
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Klaksvíkarkommuna #KlaksvíkarHavn #portofklaksvik #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #havnir #cruiseeurope
.png)




















.png)
%20(1).png)
Comments