Logos Hope á veg til Føroyar við føroyskari manning umborð
- Eva Andrésen

- 21 hours ago
- 2 min read
Logos Hope er í løtuni á ferð kring Bretland og nærkast spakuliga Føroyum, har skipið skal vitja seinni í summar.

Samstundis eru fleiri føroyingar partur av manningini umborð.
Í løtuni liggur Logos Hope í Edinburgh, har nýtt manningarskifti júst hevur verið. Tann 13. juli mynstraðu Katrin og Jón Helmsdal umborð saman við børnunum Fríðriki, Inga og Oliviu. Familjan verður við skipinum fram til 6. august, tá tey fara í land í Aberdeen.
Longu frammanundan eru fleiri føroyingar umborð. Jákup Godtfred mynstraði tann 23. juni og verður við skipinum fram til tað kemur til Føroyar. Eisini eru Dánjal Klæmintsson, Betty og Eirikur Lauritsen saman við dóttur teirra, Viktoriu, partur av manningini.
Sostatt eru í løtuni tilsamans tíggju føroyingar knýttir at arbeiðinum umborð á Logos Hope.
Kemur til Føroyar í august
Eftir vitjanir í Bretlandi og Írlandi setur Logos Hope kós móti Føroyum. Skipið leggur at í Tórshavn frá 27. august til 2. september, áðrenn leiðin gongur víðari til Klaksvíkar, har skipið verður frá 2. til 7. september.
Vitjanin verður tann fyrsta hjá Logos Hope í Føroyum síðan 2009 og hevur tískil vakt stóran áhuga. Skipið er kent um allan heim fyri sítt arbeiði innan útbúgving, mentanarligt samskifti og hjálparvirksemi, og vanliga fáa túsundtals vitjandi høvi at koma umborð, tá skipið vitjar ymisk lond.
Við einum vaksandi tali av føroyskum sjálvbodnum umborð og einari komandi vitjan í Føroyum bendir nógv á, at Logos Hope verður ein sjónligur og spennandi gestur í føroyskum havnum seinni í ár.
Stuðla einaferð ella ger eina fasta flyting umvegis heimabankan.
Konto hjá OM Føroyar í Betri Banka: 9181 – 426.219.2
(Mynd Logos Hope á facebook og om.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Logo Hope
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #LogosHope #OM #OMFøroyar #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #LogosHope #OM #OMFøroyar #FaroeMaritime #Fiskivinna #Maritimeindustry #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
.png)
%20(1).png)

















Comments