Logos Hope er í løtuni á ferð kring Bretland og nærkast spakuliga Føroyum, har skipið skal vitja seinni í summar. Samstundis eru fleiri føroyingar partur av manningini umborð. Í løtuni liggur Logos Hope í Edinburgh, har nýtt manningarskifti júst hevur verið. Tann 13. juli mynstraðu Katrin og Jón Helmsdal umborð saman við børnunum Fríðriki, Inga og Oliviu. Familjan verður við skipinum fram til 6. august, tá tey fara í land í Aberdeen. Longu frammanundan eru fleiri føroyingar u