LØGTINGIÐ | Uppskot til samtyktar um tvískattaavtalur
- Eva Andrésen
- Mar 8, 2023
- 1 min read
Tingfólkini fyri Sambandsflokkin løgdu í gjár fram uppskot til samtyktar um tvískattaavtalur

(Mynd 📸 Sambandsflokkurin/facebook)
Soleiðis ljóðar tað í skrivinum:
Løgtingið heitir á landsstýrið um at viðgera og leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvussu farast skal fram við tí fyri eyga at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri føroyskahandilsflotan, shippingvinnuna o.a.
Viðmerkingar:
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum, og handilsflotin og shippingvinnan hava víst á, at føroysk reiðarí javnan ikki eru kappingarfør at bjóða uppá sáttmálar uttanlands orsakað av vantandi tvískattaavtalum.Føroyar hava í dageinans8tvískattaavtalur við onnur lond, og tað er ikki eydnast at økjaum talið av hesum avtalum seinastu mongu árini.Harafturímóti hevur Danmark fleirienn 70 tvískattaavtalur.Løgmansskrivstovan og Umhvørvis-og vinnumálaráðið samskipaðu arbeiðið í Vakstrarforum frá 2021-2022, har endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.Úr frágreiðingini frá Vakstrarforum “Vakstarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum” erenn eitttilmæli komiðum at arbeiða fyri,at Føroyar fáa tvískattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir. Uppskotssetararnir heita við hesum uppskoti á landsstýrið um at viðgera, hvussu gongd kann setast á arbeiðið at viðgera, hvussu Føroyar kunnu gera fleiri tvískattaavtalurfyriføroyska handilsflotan, shippingvinnuna o.a.
Á Løgtingi, 7. mars 2023
Bárður á Steig Nielsen
Helgi Abrahamsen
Magnus Rasmussen
Erhard Joensen
Johan Dahl
Eyðdis Hartmann Niclasen
Kaj Leo Holm Johannesen
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: logting.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments