LOOK NORTH | Netaringur til ein kunda- sí video 🎥
- Eva Andrésen
- 10 minutes ago
- 1 min read
Look North leggur dent á at menna skraddaraseymaðar loysnir, og tí er ein nýggjur netaringur gjørdur í samstarvi við ein kunda hjá fyritøkuni,
Netaringurin er serframleiddur til alinótir og er mentur til at skifta stálringar út við plast, so tað ikki longur er neyðugt at taka ringarnar úr nótini, tá hon skal sendast til endurnýtslu.
Tað serliga við hesum ringinum er, at smáar kølikanalar eru bygdar inn í sjálvan ringin, og hervið skert framleiðslutíðina úr uml. 10 minuttum niður í bara 40 sekund, uttan at taka ov nógv av styrkinum úr ringinum.
Til hesa loysnina eru eisini nøkur seramboð sniðgivin og framleidd:
- Ein klippara, sum klippir innløbi úr ringinum
- Eitt amboð til robottin, sum flytir ringin frá stoypimaskinuni til klipparan
Alt er gjørt in-house hjá Look North – frá hugskoti til ta lidnu vøruna, sí video niðanfyri:
(video: Look North)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Look North
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios