top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Tíðindargrein og dagføring um virksemið, frá Ólavur Gunnarsson formann

Góðu tit øll,

Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum eitt gott nýttár, og takka fyri tað farna.

Her er ein samanumtøka av nøkrum av tí, sum er fyrifarist síðani síðstu tíðargrein.

(Mynd 📸 FB síðan hjá Maskinmeistarafelagnum / Ólavur Gunnarsson)


Tann 27. september handaðu vit krøvini til nýggjan sáttmála við GE (fyrrverandi APK) fyri størri rækjutrolarar í Grønlandi. Tað eru í løtuni eini 8 skip, sum eru umfataði av hesum sáttmálanum, sum ikki er dagførdur síðani ársbyrjan 2006.


Avtalað var samstundis at vit skuldu hittast til samráðingar í Keypmannahavn 18.-20. oktober.


Tað var ein viðtøkufør nevnd, sum saman við skrivstovuleiðaranum sum mannaði okkara samráðingartoymi, tá vit sunnudagin 17. oktober, settu kósina ímóti danska høvuðsstaðnum.


Orsøkin til at vit vóru so væl mannaðir var tann, at vit skuldu kunna taka støðu til tey ymisku tingini undir sjálvum samráðingunum, og soleiðis koma so nær sum gjørligt einari semju á sjálvum fundunum, nú tað loksins eftir at hava roynt í áravís, tað var eydnast okkum at fáa teir til samráðingarborðið.


Niðurkomnir fingu vit tó tey boð, at Karsten Lyberth-Klausen umsitingarleiðari hjá Grønlands Erhverv og samráðingarleiðarin hjá teimum, sum var maðurin sum allar fyrireikingarnar vóru gjørdar saman við, var innlagdur á Hvidovre Hospital.


Soleiðis var samráðingartoymið hjá teimum skert niður til at umfata Henrik Leth nevndarformann í Polar Seafood og Søren Brandt reiðara á Markus.


Vit avgjørdu at hava samráðingarnar allíkavæl, og hittust so mánamorgunin 18. oktober í Industriens Hus.


Samráðst var so hendan dagin og dagin eftir, og fingu vit komið nokkso væl rundanum krøvini. Tó so gjørdi tað samráðingarnar sera truplar, at maðurin sum hevði endaliga orðið at siga hjá teimum, ikki kundi vera við, tí alt mátti gerast við fyrivarni.


Tó so, tað vit samráddu okkum til var ein ávegis semja, sum á mangan hátt umfataði somu tingini, sum vit høvdu gjørt avtalu við Polar Seafood um í samráðingunum, sum vóru avsluttaðar áðrenn Ólavsøku 2021.


Nú, vit skriva 2022, er Karsten Lyberth-Klausen komin fyri seg aftur, og er samskiftið tikið uppaftur. Men tykist tað at vera meira ella minni at taka samráðingarnar upp av nýggjum. Soleiðis eru fleiri av teimum tingunum sum vit hildu okkum hava fingið eina semju um, ikki tikin við, og standa vit meira ella minni aftur á “scratch”.


Vit hava gjørt vart við hettar og hava víst á fundarfrásøgnina, sum vit gjørdu undir samráðingarforløbinum. Vónandi fer at eydnast at fáa hettar á beint, soleiðis at vit í leypi av várinum kunnu gera eina semju, sum er í tráð vit tað samráðingarúrslit vit komu til, sum so kann vera galdandi frá, eitt nú 1. apríl 2022 at rokna.


Fyrstu viku í november vóru so skrivstovuleiðarin og eg á NMF fundi í Reykjavík. Talan er um fund har formenn og sektariatið hjá øllum teimum norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum hittast at umrøða ymiskt av felags áhuga. Høvuðsevnið hesaferð var umleggingin til grønar framdriftsmegiskeldur hjá skipum, við atliti til maskinmanningina og trygdina.


Eisini høvdu vit høvi at vitja eitt stórt orkuverk sum forsýnar meginpartin av høvuðsstaðarøkinum við hita og ravmagni. Verkið er sermerkt á tann hátt, at teir har arbeiða við at tyrva CO2 útlátið í undirgrundini.


Vit hava eisini í tíðarskeiðinum sum er farið, arbeitt við nøkrum sakarmálum, sum øll hava við sáttmálatulkingar at gera. Vit fingu avslutta eitt, beint eftir ársskiftið, við at gera semju við reiðaran.


Hini málini koyra enn og er okkurt av teimum komið hartil, at tað er sent Fasta Gerðarrættinum.


Fyrst í árinum gjørdu vit avtalu við MEST um setanarviðurskifti hjá maskinmeistarum sum eru knýttir at sleiparum felagsins. Talan er um eina seravtalu fyri hesi parttíðarstørvini, har tað eru fleiri meistarar sum eru í einari vaktarskipan, og verða løntir við einari sokallaðari “flat rate” tímaløn.


Vit eru sera fegnir um at hava fingið hesa avtaluna í lag og vóna, at hon sum tíðin líðir, kann útbyggjast at umfata heiltíðarsettar maskinmeistarar í størvum hjá MEST.


Eisini hava vit seinastu tíðina fingið flokkað nøkur størv, eitt nú hjá Tórshavnar Kommunu og Glasir.


Hóast tað er sera trupult at fáa lønirnar flokkaðar heilt har uppi, sum vit í veruleikanum meina, at tær eiga at liggja, so haldi eg at vit við at vera við í hesum tilgongdunum, hava fingið hála lønirnar fleiri lønarstig rætta vegin.


Um vit hinvegin ikki valdu at luttaka, so kann hin sáttmálaparturin, sum í hesum førum eru ávikavist Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, flokka tey av sínum eintingum, og so er heilt víst at tær vóru á væl lægri støði.


Aðalfundurin verur á Hotel Hafnia tann 19. mars kl. 14, og tá ið freistin at stilla upp til nevndina var úti 15. desember, vóru tað tveir kandidatar sum bjóðaðu seg fram til nevndina. Talan er um Rógva K. Hansen og Ólavur J. Østerø. Limir kunnu koma á skrivstovuna at greiða brævatkvøður fram til sjálvan aðalfundin.

Stillast kann eisini upp á sjálvum aðalfundinum.


Eisini eru limir vælkomnir at senda uppskot um lógarbroytingar inn til aðalfundin at taka støðu til. Hesi skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan sjálvan fundin.


Í samband við 80 ára dagin sum var í fjør, hava vit avgjørt at bjóða aðalfundarluttaskarunum til eitt borðhald eftir sjálvan fundin, har borðreitt verur við øllum góðum.


Nú fríggjadagin 21. januar eri eg so boðin oman á Vinnuháskúlan at handa virðisløn til onkran at teimum maskinmeistarum sum fáa prógvið handa.


Hettar er ein sera hugaligur høgtíðsdagur, sum eg altíð gleði meg til, og hvør veit, kanska man ikki kann bara sær fyri at bera fram eina kvøðu til hesar nýggju maskinmeistararnar.

Fyri framman liggur eitt ár við nógvum samráðingum.


Tann 1. apríl gongur sáttmálin við Føroya Reiðarafelag út, og 1. juni eru tað so sáttmálin við privat settar á landi sum skal endurnýggjast. Út á heystið, ella rættari 1. oktober er so útgongudato fyri allar teir almennu sáttmálarnar og 1. mars komandi ár er tað so sáttmálin við Reiðaríið fyri Handilsskip sum stendur fyri tørni.


Sostatt verur talan um eitt sera umfatandi og intenst samráðingarár, har vit fara at gera alt til at limir okkara fáa so væl burturúr sum á nakran hátt gjørligt.


Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta.


Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

1 comment

Recent Posts

See All

1 Comment


Guest
Jan 20, 2022

👌🏻

Like

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page